Soleiðis sær danska stjórnin út

15 menn og átta kvinnur skulu komandi árini manna ráðharrasessirnar í donsku stjórnini, ið varð almannakunngjørd í dag

Savnsmynd: EPA
Steinar Patursson
15. desember 2022 kl. 11:09

Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, hevur í dag almannakunngjørt, hvussu danska stjórnin fer at síggja út, og hvør skal manna teir ymisku ráðharrasessirnar.

Sessirnir eru 23 í tali, 15 menn og átta kvinnur, og býtið millum flokkarnar er, at Sosialdemokratarnir fáa 11 ráðharrar, Venstre fær sjey ráðharrar, og Moderaterne fáa fimm.

 

 

Forsætisráðkvinna: Mette Frederiksen (S)

Varaforsætismálaráðharri og verjumál: Jakob Ellemann-Jensen (V)

Uttanríkismál: Lars Løkke Rasmussen (M)

Fíggjarmál: Nicolai Wammen (S)

Búskaparmál: Troels Lund Poulsen (V)

Innanríkis- og heilsumál: Sophie Løhde (V)

Løgmál: Peter Hummelgaard (S)

Mentanarmál: Jakob Engel-Schmidt (M)

Vinnumál: Morten Bødskov (S)

Menning og  verðurlagspolitikkur: Dan Jørgensen (S)

Umhvørvismál: Magnus Heunicke (S)

Almanna- og bústaðarmál: Pernille Rosenkrantz-Theil (S)

Arbeiðsmarknaðarmál: Ane Halsboe-Jørgensen (S)

Barna- og undirvísingarmál: Mattias Tesfaye (S)

Útlendinga og integratiónsmál: Kaare Dybvad Bek (S)

Skattamál: Jeppe Bruus (S)

Matvøru- landbúnaðar- og fiskimál: Jacob Jensen (V)

Kirkjumál og norðurlendskt samstarv: Louise Schack Elholm (V)

Ferðslumál: Thomas Danielsen (V)

Útbúgvingar- og granskingarmál: Christina Egelund (M)

Javnstøðumál og talgilding: Marie Bjerre (V)

Eldramál: Mette Kierkgaard (M)

Umhvørvis- orku- og veitingarmál: Lars Aagaard (M)