BBC hava biðið fólk skrivað inn og siga frá teirra søgum um Stephen Hawking, sála, og nógv fólk hava longu deilt teirra minni um heimskenda náttúruvísindamanninum.
"Um tveir bilar ferðast við ljósferð, og tann aftari bilurin tendrar forlyktirnar, hevði ljósið rakt fremsta bilin?"
Soleiðis ljóðaði ein spurningur, ið Matthew kom fram á, tá hann var í herinum í 1991. Vinmaðurin og hann vóru ósamdir um svarið. Matthew helt svarið vera nei, meðan vinmaður hansara helt svarið vera ja.
Matthew gjørdi av at skriva til Stephen Hawking og spyrja. Hann fekk eitt langt aftursvar frá náttúruvísindamanninum, ið greiddi frá, at vinmaður hansara hevði rætt.
"Síðan tá, hvørja ferð eg havi runnið marathon í London, havi eg gjørt tað fyri Motor neurone sjúku afturfyri."
Oscar-vinnandi sjónleikarin Eddie Redmayne (mynd), ið spældi leiklutin sum Stephen Hawking í filminum "The Theory of Everything" (Ástøðið um alt) í 2014, segði í dag:
"Vit hava mist eitt serstakliga vakurt sinni, ein framúrskarandi náttúruvísindamann og stuttligasta mannin eg nakrantíð havi hitt. Mínir tankar eru við framúrskarandi familju hansara."
Sjónleikarin Benedict Cumberbatch, ið spældi at vera Stephen Hawking í einum BBC sjónvarpsfilmi um universitetstíðina hjá honum í 2004 segði, at hann kendi seg hepnan at hava kent ein so frálíkan mann.
"Eg fari at sakna okkara Margaritas, men eg fari at skála móti stjørnunum fyri at feira lív títt." Hann legði afturat, at Hawking var ein sonn fyrimynd fyri hann og milliónir kring heimin, og tað vil hann takka honum fyri.
Dóttir Stephen Hawking, Lucy, segði, at børn kundu spyrja pápa hennara um alt. Tá sonur hennara var 8-9 ár spurdi hann, "hvat hendir, um eg detti í eitt svart hol?" Til tað var svarið: "Tú verður gjørdur um til spaghetti."
Amerikanski talk-show verturin Larry King minnist aftur til, tá hann spurdi Stephen Hawking, hvat hann helt vera størsta gátan í alheiminum. Til hetta svaraði Hawking: "kvinnur."
Felagsskapurin "The Motor Neurone Disease Association" hevur boðað frá, at tey hava fingið ein stóran streym av gávum, síðan tíðindini um deyða Stephen Hawkings komu út. Tey hava fingið so nógvar gávur, at heimasíða teirra krasjaði.
Í morgun fleyg bókin hjá Stephen Hawking "A Brief History of Time" (Ein stutt søga um tíð) eisini upp á tindin av bestseljaralistanum hjá Amazon.
Sí eisini: Stephen Hawking deyður