Tað er stórt trot á bústøðum í Føroyum - og trotið er so stórt, at Búskaparráðið sigur, at tað er ein fløskuhálsur, sum forðar fyri, at fólk flyta til Føroya at gera sítt íkast til samfelagið.
Tað eru tey í Vinnuhúsinum samd í - men tey siga, at lykilin til at fáa gongd á, liggur hjá politiska myndugleikunum, bæði Løgtinginum og kommununum.
Tað fyrsta stig er, at kommunurnar mugu útstykkja fleiri øki til bústaðir, siga tey í Vinnuhúsinum.
Annað stig er at tryggja, at eisini privata vinnan hevur møguleika at verða við til at loysa bústaðartørvin. Og tað er her at tey halda, at Løgtingið eigur at koma uppí.
Serliga halda tey, at Bústaðir eigur at missa tey framíhjárættindi, tey hava, tí tað er so kappingaravlagandi, at privata vinnan kann ikki vera við í arbeiðnum at úvega fleiri bústaðir.
– Vilja vit hava, at nakað skal henda skjótt, er hetta alneyðugt, siga tey í Vinnuhúsinum.
Í hesum sambandi halda tey, at politiska skipanin eigur, sum skjótast, at javnseta møguleikarnar hjá tí almenna og tí privata at byggja bústaðir.
– Er kappingin ójøvn, gerst tað minni lokkandi hjá privatu feløgum at gera íløgur og at kappast, sigur Vinnuhúsið.
– Til dømis fær Bústaðir ókeypis grundøki frá kommununum og samstundis sleppur Bústaðir eisini undan at forrenta allan byggikostnaðin.
– Nýggju møguleikarnir hjá kommunum at stovna bústaðafeløg við 10 til 20 prosentum av pengunum hjá skattaborgarunum í innskoti, er enn eitt kappingaravlagandi stig frá politiska myndugleikanum.
Tey siga, at vil politiska skipanin tryggja, at húsaleigan ikki gerst ov høg, er tað betri at gera eina skipan við býlisstuðli, bæði til tey sum leiga frá tí almenna og frá tí privata.
Samanumtikið halda tey í Vinnuhúsinum, at politiski myndugleikin eigur:
– At útstykkja fleiri grundstykki til bústaðir.
– At avtaka heimildina hjá kommunum at seta á stovn bústaðarfeløg saman við Bústøðum.
– At javnseta kappingina millum almenna og privata bygging.
– At seta eina skipan við býlisstuðli í verk.