Tað er eitt ódnartak hjá ungum familjum at fáa sær tak yvir høvdið - og tað bara versnar, tí sum heild ganga húsaprísirnir bara eina veg, og tað er uppeftir - og beint nú kosta eini hús í Havn fýra milliónir í miðal.
Men nú fer Fólkaflokkurin at leggja eitt hendur óvanligt uppskot fyri Løgtingið um at hjálpa teimum, sum keypa sín fyrsta bústað.
Endamálið við uppskotinum er, at tá ið fólk keypa sín fyrsta bústað, skulu tey sleppa at brúka burtur av pengunum, tey annars hava spart saman til tey verða pensjónerað.
Flokkurin staðfestir, at tað er ógvuliga ringt hjá ungum at seta føtur undir egið borð. Serliga er tað tungt hjá ungum familjum, tí prísirnir hækka alla tíðina.
– Men samstundis spara hesar somu familjur upp til sína egnu pensjón, og tey sleppa ikki at røra teir pengarnar, fyrrenn tey eru komin upp í pensjónsaldurin.
– Og tað er greitt, at tá hava tey ikki líka nógv brúk fyri pengunum, sum tey hava tá ið tey vóru ung, sigur Fólkaflokkurin.
Næsta ár er pensjónsskipanin fult ment, og tá er pensjónsinngjaldið komið upp á 12 prosent av lønini. Sostatt koma tey ungu ættarliðini at spara minst 12 prosent av síni løn í meira enn 40 ár til tey verða pensjonerað.
– Samstundis hava vit eina støðu á bústaðarmarknaðinun, har gáttin fyri at koma inn á marknaðin er sera høg. Hetta er bæði tí at hús eru dýr og tí at bankarnir hava krøvini fyri at veita lán, sigur Fólkaflokkurin.
Hagstovan hevur roknað úr, at í Føroyum er miðalinntøkan 400.000 krónur um árið. Fer eitt par við tveimum miðalinntøkum at spara upp til pensjón tá ið tey eru 23 ára gomul, fara tey at eiga eina hálva millión á pensjónskontuni longu tá ið tey eru 30 ára gomul.
– Tað merkir, at eitt ungt par við eini miðalinntøku, fer at standa í tí margháttligu støðu, at tey hava eina hálva millión krónur á eini pensjónskontu í bankanum, men samstundis noktar bankin teimum at fáa lán til at keypa ein bústað fyri, bústaðarkeyp, tí tey eiga ikki nokk av pengum sjálvi at keypa hús fyri.
– Miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er nú fýra milliónir krónur og vanliga krevja bankarnir eina eginfígging, sum liggur ímillum 5 og 10 prosent av keypsprísinum.
Og nú fer Fólkaflokkurin so at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at fólk skulu kunnu taka 500.000 av síni egnu pensjónsuppsparing til at keypa hús fyri.
– Soleiðis kann tað unga parið við eini miðalinntøku, seta føtur undir egið borð eftir nøkur fá ár á arbeiðsmarknaðinum, sigur Fólkafliokkurin.
– Skipanin skal einans kunna brúkast til tað fyrsta húsakeypið. Tað er fyri, at forða fyri at húsaprísirnir bara verða trýstir uppeftir, sum teir vanliga verða tá ið møguleikarnir at fáa fígging, batnað - og tað fer bara at gagna teimum, sum longu eiga ein bústað.
– Sjálvandi eiga ungfólk eisini at fáa hendan møguleika við hjálp frá síni egnu pensjónsuppsparing. Føroyar gerast ríkari av, at ungu ættarliðini fáa bøttar møguleikar at seta búgv her, sigur Fólkaflokkurin.
– At fólk eiga hús, er eisini eitt slag av pensjónsuppsparing, leggur flokkurin afturat.