Kommunurnar skulu fáa heimild til at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum.
Tað er endamáli við einum uppskotið, Fólkaflokkurin - enn einaferð - hevur lagt fyri Løgtingið.
Hetta er nevniliga langt frá fyrstu ferð, at Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin leggja hetta uppskoti fyri Løgtingið.
Tað hava tey gjørt einar fimm-seks ferðir áður ímeðan tey hava sitið í andstøðu, seinast var fyri bara einum ári síðani.
Málið er felt hvørja ferð og tað er einki, sum bendir á, at tað verður samtykt hesa ferð heldur.
Fólkaflokkurin sigur, at fáa kommunurnar heimild at hækka botnfrádráttin, fáa tær høvi at lækka, ella hækka skattin, sum tær vilja.
Kommunurnar áseta sjálvar skattaprosentið, men botnfrádrátturin í kommunuskattinum er ásettur við lóg, og hann er 30.000 krónur um árið.
Men fólkaflokkurin heldur, at kommunurnar skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin upp í 65.000 krónur, so at botnfrádrátturin í landskassanum og í kommunukassinum er tann sami.
Fólkaflokkurin sigur, at hjá nógvum, serliga lágløntum, er kommunuskatturin tann størri parturin av skattinum, ið tey gjalda.
Fáa kommunurnar heimild at hækka botnfrádráttin fer tað at geva teimum størri møguleikar at áseta, hvussu kommunuskatturin skal skipast, og hvussu borgarin verður skattaður, sigur Fólkaflokkurin. Higartil er hetta ikki nakað, sum hevur fingið undirtøki, tí uppskotið er felt hvørja ferð.
Tá ið málið hevur verið til viðgerðar fyrr, er tað komið fram, at hetta er ikki heim heimld, kommunurnar vilja hava.
Sjálvar halda kommunurnar, at hetta fer at gera tær veiku kommunurnar enn veikari og minni lokkandi hjá fólki at búseta seg í.
Landsbankin hevur víst á, at fyri haldførið er hetta ikki er ein gongd leið, serliga tí at ongin fígging er fylgir við. Hetta hevði verið ein lætti til øll og ikki bara til tey, sum eru ringast fyri, og hava brúk fyri einum fíggjarligum lætta.