Jól og nýggjár eru í hondum og tá eru nakrir frídagar. Men hvussu fólk hava frí, veldst um, hvørjum fakfelag tey eru í.
Tað eru nógv, sum arbeiða í vaktum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, og øðrum arbeiðsplássum og eru so eisini til arbeiðs halgidagar.
Niðanfyri er eitt yvirlit, sum Vinnuhúsið hevur gjørt yvir frídagar í sambandi við jól og nýggjár.
Á jólum eru frídagarnir soleiðis:
Sum tað sæst, er jólaaftan hálvur frídagur hjá tveimum fakfeløgum. Verður arbeitt kortini, merkir hetta, at tey, sum hava hálvan frídag jólaaftan fáa yvirtíð eftir klokkan 12 og so leingi halgan varðar.
Tey, sum hava jólaaftan sum heilan frídag, men sum kortini arbeiða, skulu hava yvirtíð fyri tað
Jóladagur og annar jóladagur eru heilir frídagar - og tað er er ásett við lóg. Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við yvirtíð so leingi halgan varðar.
Fyri nýggjársaftan er næstan tað sama galdandi sum fyri jólaaftan.
Tað er bara hjá einum fakfelagi, at nýggjársaftan er hálvur frídagur og hjá øllum hinum er hann heilur frídagur.
Hinvegin er nýggjársdagur er heilur frídagur og tað er ásett við lóg.
Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við yvirtíð so leingið halgan varðar.