Soleiðis fer tað at síggja út frammanfyri Skansan

Ætlanin er at útbyggja Tórshavnar havn enn meiri og tað fer at kollvelta umhvørvið við Skansan

Áki Bertholdsen
26. oktober 2023 kl. 18:14

Býráðið hevur nú seinnapartin samtykt at játta eina miljón krónur til at fyrireika og projektera eina verkætlan at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir fram við Skansanum.

Núverandi útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki skuldi upprunaliga fevna um eitt øki uppá umleið 163.000 fermetrar. Útbyggingarætlanin varð tó minkað niður í 95.000 fermetrar.

Nýggja havnaøkið er sostatt 68.000 fermetrar minni enn upprunaligu ætlanin var, og tað minkar sostatt eisini um nyttuna og møguleikarnar at nøkta tørvin, sum ferðavinnan og flutningsvinnan annars, hevur.

Ein onnur avleiðing av hesi broyting var eisini, at ætlanin at gera nýggan til- og frákoyringarveg ímillum havnalagið og ringvegin ikki kundi fremjast.

Havnarmeistarin mælti nú til at játta eina miljón krónur til at fyrireika og projektera verkætlanina at byggja havnarlagið út fram við Skansanum og norður eftir.

Og tað hevur býráðið nú samtykt.

Myndirnar vísa, hvussu tað fer at síggja út framman fyri Skansan, og hvussu nýggja havnarlagið fer at síggja út