Nú er sáttmáli gjørdur um at projektera nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík. Í røktarheiminum verða 64 búpláss til eldri, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri, sum annars búgva heima.
Tað var EYA arkitektar við Eyðuni Eliasen, sum átti vinnandi uppskotið til nýggja røktarheimið og nú er klárt er at fara undir arbeiðið at gera prosjektið liðugt.
Røktarheimið verður á einum stykki, sum er omanfyri bygningin hjá Føroya Tele og grundstykkið 50.000 fermetrar til støddar.
Bygningurin sjálvur verður einar 6.700 fermetrar. til víddar.
Umframt tilboðini til eldru borgararnar, verða stórkøkur, vaskarí, høli til fysioterapi og ergoterapi eisini í bygninginum.
Bygningurin er sum ein samanseting av minni húsum við íblástri frá føroysku sethúsunum.
Byggingin lagar seg eftir lendinum og eftir veðrinum.
Eftir tíðarætlanini verður EYA liðugt við projekteringina um eitt ár. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja røktarheimið,boðið út.