Ein neyðætlan á 1,9 billiónir dollarar, sum Joe Biden hevur lagt fram, skal loysa trupulleikarnar við koronaalheimsfarsóttini og fáa amerikanska búskapin aftur á føtur. Tað verður tann fyrsta stóra royndin hjá Biden sum forseti, tá hann tekur við forsetaembætinum í dag.
Ofta verður sagt, at tað eru teir fyrstu 100 dagarnir, ið avgera, hvørji mál forsetin kann fáa ígjøgnum. Og tað er ikki smávegis av avbjóðingum, sum Biden skal loysa. Landið er mitt í einari stórari fíggjarligari kreppu, og so skal ein koppingarætlan gerast, sum er ein fortreyt at fáa landið aftur á føtur.
Ætlanin hjá Biden er, at fáa 100 milliónir fólk koppsett teir fyrstu 100 dagarnar við honum sum forseta, og tað verður ein stór avbjóðing. Tað hevur gingið striltið at fáa gongd í at koppseta fólk, og tað verður eisini avbjóðandi at fáa fólk koppsett, tí amerikanska fólkið hevur stórt misálit á koppingarevnum.
Eina betran av Obamacare kann eisini koma uppá tal teir fyrstu 100 dagarnar.
Og hvat er tað, ið Biden hevur lovað at gera á sínum fyrsta arbeiðsdegi? Her er eitt yvirlit:
1. Seta innferðaforboðið frá muslimskum londum úr gildi
Joe Biden fer á sínum fyrsta degi sum forseti at seta innferðaforboðið frá 13 muslimskum londum úr gildi, ið hann hevur kallað “ein ónda ætlan” og at tað er “islamhatur”.
2. Gerast partur av Parísavtaluna aftur
Joe Biden hevur lovað, at hann við forsetaligum boðum fer at lima USA inn aftur í Parísavtaluna um veðurlagið, sum Donald Trump tók landið úr.
Veðurlagsavtalan er gjørd millum næstan 200 lond, og sambært avtaluni, so skulu tjóðirnar sjálvboðin minka um útlátið av vakstrarhúsgassum í eini roynd at minka um veðurlagsbroytingarnar.
USA er tað landið í heiminum, ið hevur størsta útlátið av vakstrarhúsgassum, og skal minka um útlátið av lívrunnum brennievni við umleið 30 prosentum innan 2025.
3. Fara upp aftur í WHO
Joe Biden fer eisini at lima USA innaftur í Heimsheilsustovnin, WHO, sum Trump tók USA úr.
Tað var í fjør, at Donald Trump kunngjørdi, at hann fór at steðga við at gjalda til WHO og tók USA úr felagsskapinum við teirri grundgeving, at WHO er ein “marionettdukka hjá Kina”.
4. Gera fyrireikingararbeiði at avtaka skattalættar fyri tey ríkastu
Fyrsta dagin sum forseti fer Joe Biden undir at fyrireika arbeiði at taka skattalættar fyri tey ríkastu av.
Hetta kann ikki gerast við einum forsetaligum boðum – tað skal samtykkjast í Kongressini – men Biden hevur sagt, at hann fer at hækka skattin fyri borgarar, ið forvinna yvir 400.000 dollarar um árið, og at hann fer at hækka vinnufelagsskattin frá 21 prosentum til 28 prosent.
Joe Biden hevur lovað, at miðalklassin og borgarar við lágum inntøkum ikki koma at uppliva eina hækkan av skattinum. Skatturin verður neyvan lækkaður við bræði, men Biden hevur ætlanir at økja nakrar frádráttir, sum eitt nú frádráttin fyri barnapengar.
5. Steðga við at skilja børn frá foreldrum
Joe Biden hevur lovað at steðga við tí avgerðini, sum Trump kom við, ið handlaði um at avmarka frælsi hjá teimum, sum søktu friðarskjól í USA á tann hátt, at børn hjá tilflytarum hava verið skild frá teirra foreldrum og sett í búur, sum møtti stórari mótstøðu.
6. Rudda slóð fyri ríkisborgaraskap til 11 milliónir ólógligar tilflytarar
Biden lovaði í summar, at hann á sínum fyrsta degi fer at senda eina lóg til Kongressina, ið skal rudda slóð fyri ríkisborgaraskapi til tey sokallaðu “dreamers” – ung, sum komu til USA sum børn saman við teirra foreldrum sum ólógligir tilflytarar. Biden nevnir hesi 11 milliónir fólkini fyri “óskjalprógvaðir tilflytarar, sum longu styrka okkara tjóð”.
Seinni hevur Joe Biden sagt, at hendan tíðarætlanin er treytaður av, hvat fyri samarbeiði hann kann fáa til vega við tey fólkavaldu í Kongressini.
Tað var Barack Obama, ið setti hesa vernd í verk, men hon varð tikin av, tá Donald Trump gjørdist forseti.
7. Fer at seta lóg um reina luft í verk aftur
Joe Biden fer á sínum fyrsta degi sum forseti eisini at seta lógina um The Clean Air Act frá 1963 í verk aftur. Tað var ein av teimum fyrstu umhvørvislógum í USA, sum Donald Trump ógildaði, tá hann gjørdist forseti.
Hetta videobrotið er frá 2016, beint áðrenn Trump gjørdist forseti.