Soleiðis fáa tey nyttu burtur úr tilfari sum annars fer í skrell

Húsini vera seld við ongum vinningi

Áki Bertholdsen
12. januar 2024 kl. 12:30

Í Articon eru tey nú farin undir eitt sermerkt tiltak fyri at fáa nyttu burtur úr tilfari, sum annars hevði farið í skrell.

Articon leggur dent á burðardygd og at fara væl við umhvørvinum, siga tey í tíðindaskrivi. Tey siga, at hesu seinnu árini hava gjørt fleiri tiltøk í hesum sambandi, eitt nú til at skilja burturkast og til at spara brennievni.

Nýggjasta tiltakið er at smíða høsnarhús úr tilfari, ið annars fer burtur, til dømis avskurðir av plankum, plátum og øðrum tilfari.

Høsnarhúsini hjá Articon verða seld fyri kostprís, ella tað, tey kostaðu at gera og øll fáa høvi at keypa sær eitt høsnarhús.

Fyrsta húsið er um at vera liðugt og klárt at seta til sølu. Húsini verða smíðað undir góðum umstøðum í thøllini hjá Articon á Sundi. Tað eru skúlanæmingar í starvsvenjing, og ein hondverkari hjá Articon, sum smíða høsnarhúsini.