Sólbjørg Jakobsen spurdi um fosturtøku í Føroyum: Eg havi aldrin verið so nervøs sum nú

Føroyska Sólbjørg Jakobsen, frá Liberal Alliance, var ræðslusligin tá hon í gjár spurdi Onnu Falkenberg um fosturtøkulóggávuna í Føroyum

Solbjerg Jakobsen kunngjørdi á sosialu miðlunum, at ein torførur spurningur var ávegis
Ragnar Sjúrðarson
20. januar 2023 kl. 08:31

Orðaskifti í salinum á Christiansborg hevði verið í 14 tímar áðrenn Anna Falkenberg slapp á røðarapallin.

Aftaná røðuna hjá Onnu, kom ein spurningur frá Sólbjørg Jakobsen. Hon var týðiliga rørd á málinum og hevur ikki heilt mist ta føroysku dialektina.

Solbjerg Jakobsen kunngjørdi á sosialu miðlunum, at ein torførur spurningur var ávegis- Eg havi aldrin verið so nervøs sum júst nú, segði hon og legði afturat:

- Og eg eri í Danmark. Har er ongin, sum steðgar mær í brúksuni. Tað er tað hjá teimum, sum kempa nú har uppi.

Sólbjørg ásannaði, at danir ikki kunna lóggeva í Føroyum, men legði dent á at tað er umráðandi, at stuðla kampinum hjá føroysku kvinnunum.

- Hóast vit ikki ikki kunna lóggeva um hetta, so eiga vit sum land at stuðla tí sakini, at kvinnur í okkara egna ríkisfelagskapi fáa rætt til fría fosturtøku.

Anna Falkenberg segði, at lóggevingin í Føroyum ikki er tíðarhóskandi.

- Eg síggi, at vit fara tann rætta vegin, tað tekur tíð, men eg síggi stór lop í menningini av kjakinum, segði Anna Falkenberg og staðfesti til endans, at avgerðin um føroyska fosturtøkulóggávu skal einans takast í Føroyum av føroyingum.

Spurningurin hjá Sólbjørg varð væl móttikin millum kvinnuligar danskar politikarar