Tað er ikki bara sølan av alkoholi, sum er vaksin í koronutíðini.
Teir stóru sodavatnsrisarnir í USA hava eisini havt eina góða sølu í fjør. Báðar fyritøkurnar høvdu størri umsetning í 2021, enn tær høvdu í 2020.
Tað vísur ársroknskapurin hjá bæði Coca Cola og Pepsi, ið vórðu almannakunngjørdir í gjár.
Fyri Coca Cola var umsetingurin fyri í fjør 252 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur á 17 prosent, samanborið við árið fyri.
Ein av orsøkunum til vøksturin hjá Coca Cola er á heimamarknaðinum, USA, har umsetingurin er vaksin við 15 prosentum til 86 milliardir krónur.
Hjá Pepsico, sum umframt at hava Pepsi og onnur sodavatnssløg eisini selir aðrar matvørur, var umsetningurin fyri 2021 vaksin við 13 prosentum til 518 milliardir krónur.
USA er eisini størsti marknaðurin hjá Pepsico. Har seldi felagið fyri 165 milliardir krónur, sum er ein vøkstur á 12 prosent meira enn árið fyri.
Bæði Pepsico og Coca Cola rokna við, at økta sølan heldur fram fyri 2022.
Meðan Coca Cola hevur ymisk sløg av sodavatni í sínari vøruskrá, so hevur Pepsico eisini aðrar vørur i sínari vøruskrá. Pepsico eigur til dømis kipsmerkið Lays, Doritos og Cheetos umframt morgunmatarvøruna Quaker.
/ritzau/