Sølan av nýggjum bilum er nógv minkað

– Men sølan av brúktum bilum, sum verða innfluttir, vaksin

Áki Bertholdsen
3. juli 2024 kl. 15:00

Fyrra hálvár í ár, er sølan av nýggjum bilum í Føroyum nógv minni enn hon varð fyrra hálvár í fjør. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Fyrra hálvár í ár vórðu 708 nýggir persónbilar seldir í Føroyum og tað eru 207 bilar, ella 22,6 prosent færri bilar enn fyrra hálvár í fjør, tá ið tað vórðu seldir 915 persónbilar.

Heilt øðrvísi er gongdin hvat viðvíkur innflutningi av brúktum bilum, tí tað talið er rættiliga nógv vaksið. Fyrra hálvár í ár vórðu 138 brúktir bilar innfluttir og tað eru 31 bilar fleiri enn í fyrra hálvárið í fjør.

Tilsamans vórðu 223 bilar, sum eru innfluttir brúktir, seldir í Føroyum fyrra hálvár í fjør og tað eru 107 bilar fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Tilsamans vórðu 937 nýggir bilar skrásettir í fyrra í ár og tað eru 258 bilar færri enn fyrra hálvár í fjør, tá ið 1.195 nýggir bilar vórðu seldir.