Sølan av húsarhaldsútgerð minkað 17 prosent

Sølan hjá matvøtuhandlunum er eisini minkað í nøgd, men upp á seg liggur meiri eftir hjá handlunum

Áki Bertholdsen
26. september 2024 kl. 10:00

Hetta síðasta átið, frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, er sølan av innbýgvi og ymsari húsarhaldsútgerð, minkað heili 17 prosent.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni og her er talan um eina minking upp á17 prosent, bæði í nøgd og í virði.

Í fjórða ársfjórðingi í fjør var sølan annars tann hægsta hon hevur verið hesi seinastu fimm árini, og tað er helst jólasølan, sum hevur sett met. Í fyrsta ársfjórðingi var hon afturfyri tann slakasta hon hevur verið hesi seinastu fimm árini, men síðan kvinkaði hon nakað uppeftir.

Sum heild er sølan av klæðum lækkað hesi seinastu fýra árini, tó at jólasølan, eyðvitað, hevur verið væl frægari enn restin á árinum - men har fylgjast nøgdirnar og virðið rættiliga væl alla tíðina.

Men tað sær rættiliga øðrvísi út hjá matvøruhandlunum. Í virði minkaði sølan stívliga 2 prosent frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár. Men í nøgd minkaði sølan 5,4 prosent. Tað merkir, at hóast virðið á søluni lækkaði 2 prosent, er mongdin av seldum vørum minkað 5,4 prosent, so upp á seg liggur meiri eftir hjá handlunum.

Sum tað sæst á talvuni niðan fyri, fylgdust nøgd og virði rættiliga væl til fyri tveimum árum síðani, tá ið virðið fór at veksa væl meiri enn nøgdin.