Søkja eftir nýggjum stjóra til Tjóðpallin

Talan er um áramálssett starv, sum ætlast at vera sett frá fyrsta februar í 2025

Jonhard Hammer
2. november 2024 kl. 16:06

Nú verður lýst eftir stjóra til Tjóðpall Føroya. Í lýsingini verður sagt, at ætlanin er, at stjórin skal taka við 1. februar 2025. Umsóknarfreistin er 1. desember 2024.

Stjórastarvið er flokkað í 37. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Starvið er áramálssett í 5 ár við eini áramálsviðbót, sum er 20%. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi av grundlønini.

Jenny C. Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpallinum seinastu 20 árini. Í januar 2020 varð hon sett at vera stjóri í eitt fimmáraskeið aftrat. Tá vóru 15 umsøkjarar, og við støði í kvøvunum, sum sett vóru í lýsingini, valdi Leiklistaráðið nakrar umsøkjarar til samrøðu.

Tá ið stjórin var settur, upplýsti Leiklistaráðið, at setanartilgongdin var skipað í tveimum samrøðuumførum, umframt testum við uttanhýsis ráðgeva millum samrøðumførini. Sagt varð eisini, at Leiklistaráðið í setanartilgongdini legði dent á hesi krøvini:

• Leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella samsvarandi royndir innan leiklistaliga økið. 
• Útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring. 
• Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin. 
• Evnini og viljan at samstarva breitt, við allar týðandi tættir í føroyska leiklista- og mentanarumhvørvinum. 
• Áræði og evnini at vera ein virkin viðleikari í skapanini av nýggja Tjóðleikhúsinum. 

Tá ið stjórin varð setturi fimm árum síðani varð sagt, at ein av størstu uppgávunum hjá stjóranum fór næstu árini at vera tilgongdin at byggja nýtt Tjóðleikhús, og so varð lagt aftrat:

Í hesi tilgongdini er týdningarmikið, at stjórin hevur fingurin á pulsinum bæði politiskt og listarliga, og at stjórin somuleiðis tryggjar, at føroyski áskoðarin eisini hevur atgongd til dygdargóða list.

 

Um persónligu førleikarnar hjá nýggja stjóranum verður sagt soleiðis í lýsingini hjá Leiklistaráðnum:

Persónligir eginleikar

  • hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og eina savnandi medferð.

  • ert álitisvekjandi og vísir øðrum álit og virðing.

  • dugir væl at kveikja og fáa starvsfólk at trívast.

  • dugir at samstarva breitt við ymsar áhugapartar og viðkomandi myndugleikar.

  • ert sterk/ur og hevur ró og yvirlit, tá støðan er tørfør, og arbeitt verður undir trýsti.

  • dugir væl at lurta og inspirerar og eggjar til nýhugsan.

  • hevur góð samskiftisevni og myndar Tjóðpall Føroya úteftir.

Sum mentanarstovnur hevur Tjóðpallur Føroya ein týðandi leiklut at menna og kveikja áhugan fyri móðurmálinum. Tí er umráðandi, at leikhússtjórin hevur ans fyri føroyskum máli, føroyskari mentan og áhuga fyri føroysku leiklistarsøguni. Tað er ein fyrimunur, um tú dugir føroyskt. Væntað verður av umsøkjara, sum ikki dugir føroyskt, at hann/hon nemur sær førleika í føroyskum, og í minsta lagi skilur føroyskt innan tvey ár.

Forkvinna í Leiklistaráðnum er Rønn Eliasen.