Søgan um skipið, har Covid-19 breiddi seg dag frá degi, fór um allan heim í fjør, tá Diamond Princess, við ferðafólki og manning, vórðu sett í sóttarhald frá 19. februar og 14 dagar fram út fyri japonsku strondina, tí eitt ferðafólk hevði fingið staðfest koronusmittuna umborð.
Tá sóttarhaldið endaði 14 dagar seinni, vóru 697 fólk smittaði av teimum 3.700 umborð, harav doyðu sjey, ið øll vóru ferðafólk. Í tíðini aftaná sóttarhaldið vórðu nøkur smittaði afturat, meðan talið av deyðum kom upp á 14.
Ferðafólkini skuldi eftir ætlan verið komin í land 4. februar. Tey sluppu ikki í land fyrr enn 8. mars.
Granskarar úr Svøríki fóru aftaná at kanna, hví tað gekk so skjótt – fýra ferðir skjótari enn vanligt – við smittuni umborð á reikferðaskipinum. Her komu granskararnir millum annað fram til, at um ferðafólkini heldur vórðu flutt av skipinum og sett í sóttarhald á landi, høvdu nógv færri verið smittaði. Út frá støddfrøðimodellum roknaðu granskarar seg fram til, at smittutalið hevði verið nærri teimum 70, um fólk fóru av skipinum.
Tað hevur helst okkurt at gera við, hvussu fólk koma nógv meira í samband við hvørt annað umborð á einum skipi, sigur Joachim Rocklöv, ið er professari Lærda Háskúlanum í Umeå í einum tíðindaskrivi, sambært Videnskab.dk.
- At vera í sóttarhaldi umborð á einum skipi er kanska ikki so heppið, tí tá ert tú á einum avmarkaðum øki, og tað er ógviliga sannlíkt, at tú kemur í samband við onnur umborð, sigur hann.
Støddfrøðimodellir vísa eisini, at um mansskapið ikki hevði sett fyriskipanir í verk við til dømis at avbyrgja tey, ið vóru undir illgruna at vera smittaði, so høvdu 2.300 fleiri verið smittaði við virusinum. Tað hevði merkt, at so høvdu 79 prosent av ferðafólkunum verið smittaði ístaðin fyri tey 17 prosentini.
So hóast granskararnir meina, at tað hevði kunnað gingið betri umborð á Diamond Princess, kundi tað eisini havt gingið nógv verri, sambært Joachim Rocklöv.
Nú verður søgan søgd umvegis upptøkur og vitnisfrágreiðingar frá ferðafólkum, sum, uttan at vilja tað, komu at sita í avbyrging umborð á reikferðaskipinum í fleiri vikur.
Heimildarfilmurin, sum tú fært ein brellbita av niðanfyri, verður frumframsýndur á HBO hin 30. mars í ár.