Søguligur sigur ímóti Belgia

Í kvøld eydnaðist tað fyri fyrstu ferð yvirhøvur føroyska mansliðnum at vinna landsdyst í hondbólti ímóti Belgia

Jóannes Hansen
5. januar 2024 kl. 21:14

Alt gekk upp í eina hægri eind, tá ið Føroyar spældu fyrra hálvleik í farvældystunum undan søguliga EM endaspælinum.

Í kvøld var Belgia mótstøðuliðið í høllini á Hálsi, sum var stúgvandi full. Fleiri enn 1600 áskoðarar vóru eygnavitni, og aftur í annaðkvøld verður høllin full, tá ið punktum verður sett fyri EM fyrireikingunum, áðrenn landsliðið týsdagin saman við nógvum føroyskum áskoðarum fer suður til Berlin.

Í kvøld vunnu Føroyar 41-31 ímóti Belgia eftir hálvleiksstøðuna 19-16. Sigurin var søguligur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at føroysku menninir hava vunnið landsdyst ímóti Belgia.

Áskoðararnir reistust fram ímóti dystarenda og fegnaðust saman við spælarunum um, at tað í áttandu royndini ímóti Belgia eydnaðist at vinna stórsigur við 10 málum og meiri enn tað, at landsliðið spældi væl – í verju og álopi og ikki minst millum stólparnar.

Pauli Jacobsen var væl upplagdur í málinum, og samanspælið við verjuna riggaði væl. Pauli bjargaði ein triðing av royndunum ímóti málinum, og tá ið Nicholas Satchwell fram ímóti dystarenda avloysti, bjargaði hann tveimum av fýra royndum.

Serliga var tað fyrstu løtuna eftir steðgin og aftur fram ímóti dystarenda, at føroyska liðið rann mótstøðuliðið um koll.

Tá var Elias Ellefsen á Skipagøtu sera eyðsýndur, og hann var toppskjútti við 9 málum. Rói Berg Hansen avloysti eftir steðgin Hákun West av Teigum í vinstru, og tá lá væl fyri hjá teimum báðum. Hákun West av Teigum skoraði í fyrra hálvleiki seks mál, og eftir steðgin skoraði Rói Berg Hansen átta mál.

Hinir málskjúttarnir vóru Teis Horn Rasmussen 2, Leivur Mortensen, Kjartan Johansen, Jonas Gunnarsson Djurhuus, Tróndur Mikkelsen og Allan Norðgerð 2 mál, og Ísak Vedelsbøl, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Vilhelm Poulsen og Helgi H. Hoydal.

Hinir á dómaraseðlinum í kvøld: Pætur Mikkjalsson, Peter Krogh og Pauli Mittún.

Og so málverjarnir Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell,