Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.
Lutakastið verður í Wien og verður ætlandi víst í Kringvarpinum. Lutakastið kann eisini stroymast á ehfttv.com og Home of Handball á youtube.
Raðfylgjan fyri styrkismetingina sær soleiðis út:
Pottur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki, Niðurlond
Pottur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis, Eysturríki
Pottur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Makedonia, Ísland
Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia
EM-endaspælið verður leikt í døgunum 28. november til 15. desember í Basel í Sveis, Innsbruck og Wien í Eysturríki og Debrecen í Ungarn. Les meira um endaspælið her: WOMEN’S EHF EURO 2024 (catchthespirit2024.com)