Søguligt baksýni – 15. oktober

Vit líta aftur um bak

Sigurjón Einarsson
15. oktober 2020 kl. 07:50

2003 – Fyrsta mannaða rúmdarferð hjá kinesum

Shenzhou 5 var fyrsta mannaða rúmdarfar hjá kinesum, og varð sent út í rúmdina 15. oktober 2003. Rúmdarmaðurin Yang Liwei var einasti av manningini umborð, og ferðin vardi áleið eitt døgn. Kina gjørdist triðja landið í heiminum við mannaðum rúmdarferðum.

1940 – Filmurin “The Great Dictator” hjá Charlie Chaplin verður frumsýndur

Filmurin “The Great Dictator” er ein satira, skemti- og dramafilmur, ið er skrivaður, leikstjórnaður og framleiddur av Charlie Chaplin, sum eisini spældi høvuðsleiklutin, umframt at hava skrivað tónleikin til filmin. Filmurin er ein dramatiskur skemtifilmur við klárari tilvísing til táverandi nasistastýrið í Týsklandi. Filmurin varð bannaður í stórum parti av Evropa undir Seinna Heimsbardaga. Omanfyri sæst seinasta brotið í filminum, ið enn er galdandi og líka aktuelt fyri mannaættina í dag. 

1964 – Sovjet: Khrusjtsjov verður koyrdur frá

Nikita Khrusjtsov verður koyrdur frá sum forsætisráðharri og aðalskrivari í kommunistaflokkinum. Hann hevði verið forsætisráðharri síðani 1958. Hansara mótstøðumenn hildu millum annað, at hann hevði ført ein sterkt persónligan og illa umsitnan politikk, og gjørt skaða á sambandið við Kina. Hann livdi restina av sínari tilveru sum pensjónistur í Moskva. Leonid Brezjnev tók yvir sum forsætisráðharri og aðalskrivari í flokkinum.