Ongi úrslit

Søgulig fráferð móti altjóða rúmdarstøðini

Í morgun vórðu fýra astronautar sendir í rúmdina við kós móti altjóða rúmdarstøðini. Rakettin varð brúkt fyri aðru ferð, og talan er í ávísan mun um vinnuliga rúmdarferðslu

Steinar Patursson
Í gjár kl. 13:19

Í morgun eydnaðist tað at senda fýra astronautar út í rúmdina frá Kennedy Space Center í Florida.

Astronautarnir eru ávegis til altjóða rúmdarstøðina, ISS, har ætlanin er, at teir skulu loysa teir astronautarnar av, ið húsast har í løtuni.

Tað er við jøvnum millumbili, at astronautar verða sendir út í rúmdina. Tað serliga við hesum túrinum er kortini, at umframt at bæði rakett og klivi eru endurnýttir, er talan eisini í ávísan mun um vinnuliga rúmdarferð, ið amerikanska Space X stendur fyri.

Amerikanska rúmdarstovnurin, NASA, hevur fingið hjálp frá Space X at senda astronautarnar út í rúmdina, og tað var eisini við einari Falcon 9 rakett, ið Space X hevur ment, at teir fýra astronautarnir løgdu sær leiðina út í rúmdina í morgun.

Klivin, ella kapsulurin, ið astronautarnir sita í, varð brúktir til Demo-2 fráferðina í mei mánaði í fjør, ið var fyrstu ferð síðan 2011, at amerikanskir astronautar vórðu sendir út í rúmdina frá amerikanskari jørð.

Rakettin sjálv hevur eisini áður verið brúkt, tí teir astronautarnir, ið eru á ISS støðini frammanundan, vórðu sendir upp í loft við somu rakett í november.

Talan er í ávísan mun eisini um eina altjóða rúmdarferð, tí teir fýra astronautarnir, Shane Kimbrough, Megan McArthur, Thomas Pesquet og Akihito Hoshide, umboða amerikanska rúmdarstovnin, NASA, evropeiska ESA og japanska JAXA.

Eftir ætlan eru teir fýra astronautarnir á rúmdarstøðini leygardagin, har teir so skulu vera komandi seks mánaðirnar.

Rakettin, ið sendi astronautarnar upp í loft, er lend á einum skipi aftur í øllum góðum, so hon kann nýtast eina ferð aftrat.  

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57