Søgan um son fuglaveiðimansins út í bók

Svenski filmsleikstjórin, Richard Hobert, sum hevur filmað í Gásadali, gevur nú søguna út sum skaldsøga eisini

Ingi Samuelsen
3. oktober 2018 kl. 11:31

Søgan um fuglafangaran í Gásadali, sum fór umborð á eina franska skonnart við konuni fyri at skaffa sær ein son, kemur nú út sum skaldsøga.

Tað er sviin Richard Hobert, sum eisini hevur gjørt filmin um gomlu søgnina úr Gásadali, sum nú eisini gevur út sína fyrstu skaldsøgu, ið – eins og filmurin – hevur heitið ”Fågelfångarens Son”.

Skaldsøgan, sum er hin fyrsta hjá Richard Hobert, verður givin út á rættiliga nýggja bókaforlagnum Bokfabrikken.

Søgan er um Esmar, sum stendur til at missa sína jørð, um hann ikki fær ein son, ið kann taka yvir. Konan Jóhanna megnar bert at geva honum døtur, so til tess at fáa ein arvinga gera Esmar og Jóhanna av at fara til ein fremmandan mann í royndini at fáa ein son.

Skaldsøgan er bygd á eina søgn um Gásadali. Richard Hobert fekk hugskotið til at gera ein film um søguna, tá hann fekk hana fortalda av einari føroyskari kvinnu.

Í vár og tíðliga í summar fóru upptøkurnar til filmin fram í Gásadali og í Bø umframt í innrættaðum filmsstudio í gamla lufthavnsbygninginum á flogvøllinum.

- Kjarnin í søguni er ein verulig hending í Føroyum, sum framvegis livir sum søgn. Ein føroyingur segði mær søguna, ein anekdota, sum tók henni kanska 30 sekund at fortelja. Tað var í tøgnini eftir frásøgnina, at hugskotið kom. Tvístøðan hjá hesum hjúnunum, sorgarleikurin, kærleiksvalið og avleiðingarnar hava eisini nakað at siga okkum í dag, sigur Richard Hobert, nú hann hevur skrivað filmsleikritið um til eina skaldsøgu.

Filmurin ”Fågelfångarens son” verður frumsýndur í februar mánaði.