Komandi sunnudag 24. september 2017 verður val til týska Samveldistingið. Allir 598 samveldistingslimirnir standa fyri vali. Øll tekin í sól og mána peika á, at Angela Merkel og flokkur hennara Kristindemokratarnir aftur verða tey sum verða við yvirlutan, tá atkvøðurnar eru taldar upp sunnunáttina. Vit fara í hesi grein at hyggja nærri at baldrutu søgu Týsklands síðani endan av 2. veraldarbardaga
Dagurin er 30. apríl 1945, og førarin av 3. Ríkinum, Adolf Hitler, og kona hansara Eva Braun, byrja av álvara at síggja endan á krígnum – og endan á teirra lívsleið. Dagin fyri, tann 29. apríl 1945, blivu Hitler og unnustan Evu Braun gift. Men giftarmálið fór at gerast sera stutt – bert ein dag. Tey eru í Førarabunkaranum djúpi inni í týska høvuðsstaðnum Berlin, og sovjetsku soldátarnir nærkast alsamt – teir eru einans tvær gøtur frá Ríkisdegnum. Hitler vil fyri alt í verðini ikki verða tikin til fanga, og hevur langt síðani lagt ætlanir um, hvussu henda støða skal loysast. Hann ger enda á sær sjálvum við einum pistóli fyri pannuna, og Eva velur, trúføst sum hon er, at fylgja húsbóndanum í deyðan. Hon tekur eitt hylki av sýruni cyanid og doyr umgangandi.
Sum ásett í politiska testamentinum hjá Hitler tekur Joseph Goebbels við sum ríkiskanslari. Joseph Goebbels, sum seinastu 12 árini tá hevði verið propagandaráðharri hjá Hitler, skuldi heldur ikki gerast gamal í sessinum sum ríkiskanslari. Tí longu dagin eftir tilnevningina, 1. mai 1945, valdu hann og kona hansara Magda somuleiðis at taka lívið av sær sjálvum. Fyrst tók Magda lívið av teirra seks børnum, við at geva teimum ein cyanid kapsil at bíta í, meðan tey lógu og svóvu. Fleiri eru søgurnar um, hvussu tey beint aftan á hesa hending gjørdu enda á sær sjálvum. Onnur er, at Goebbels fyrst skeyt konuna Magdu, og síðani skeyt seg sjálvan. Hin er, at tey bæði fingu sær hvør sítt cyanidhylki og eftir hetta fingu eitt sokallað coup de grâce – eitt náðiskot í nakkan.
Týskland undir teimum sameindu 1945-1949
Longu áðrenn annar veraldarbardagi var av, møttust teir tríggir høvuðsmenninir fyri teir sameindu – Franklin D. Roosevelt forseti í USA, Winston Churchill forsætisráðharri í Sameinda Kongsríkinum og Joseph Stalin ovasti í Sovjetsamveldinum – til ráðstevnu í býnum Jalta á hálvoyggini Krim. Hetta var í tíðarskeiðinum 4.-11. februar 1945. Endamálið við ráðstevnuni var at tosa um, hvussu Evropa skuldi skipast eftir kríggið, sum tá av álvara var farið at líða móti endanum. Eftir at Nazitýskland endaliga hevði givið seg yvir, tann 8. mai 1945, møttust leiðararnir aftur. Hesaferð var tað í Potsdam beint uttanfyri Berlin á Cecilienhof slottinum – heimið hjá týska krúnprinsinum Wilhelm. Ráðstevnan vardi frá 17. juli til 2. august 1945. Amerikanski forsetin Franklin D. Roosevelt hevði stutt frammanundan fingið heilabløðing, og andaðist hann tann 12. apríl 1945. So í hansara stað var komin Harry S. Trump, fyrrverandi varaforseti og nú forseti í USA.
Mynd: Teir tríggir leiðararnir á fundi í Potsdam í 1945: Winston Churchill, Harry S. Truman og Josef Stalin
Avrátt varð, at Týskland skuldi deilast í fýra hersetingarøki. Útnyrðingstýskland kom undir Sameinda Kongsríkið, útsynningstýskland kom undir Frankaríki, Suðurtýskland kom undir USA og landnyrðingstýskland kom undir Sovjetsamveldið. Umframt at sjálvt Týskland bleiv deilt í fýra, bleiv eisini høvuðsstaðurin Berlin deildur í fýra øki. Berlin lá landafrøðiliga djúpt inni í tí eysturtýska partinum – tí parti sum Sovjetsamveldið hevði fingið í sín lut. Berlin fekk tí eina heilt serliga støðu, tí tey trý økini av Berlin sum Sameinda Kongsríkið, Frankaríki og USA varðaðu av, komu at hoyra til Vesturtýskland, hóast Berlin lá langt inni í Eysturtýsklandi.
Sundurskiljingin í Eystur og Vestur í 1949
Í 1949 verður Týskland skilt sundur í tveir partar. Økini sum Sameinda Kongsríkið, Frankaríki og USA hava ræði á verður til Føderala Republikkin Týskland, vanliga nevnt Vesturtýskland, og økið, sum Sovjetsamveldið hevur ræði á, verður til Týska Demokratiska Republikkin, vanliga nevnt Eysturtýskland. Og djúpt inni í Eysturtýsklandi lá so høvuðsstaðurin Berlin, sum eisini bleiv deildur í fýra øki. Í 1949 hevur henda sundurskiljing av Týsklandi ikki so nógv at siga fyri vanliga týskaran, tí tað var rímiliga frítt at ferðast ímillum eystur og vestur.
Men hetta broytist alt í 1952, tá landamarkið millum Eystur- og Vesturtýskland verður stongt eftir harraboðum frá Sovjetsamveldinum. Eftir hetta bleiv Berlin pulsæðrin hjá teimum, sum vildu sleppa burtur úr eysturblokkinum og yvir í Vesturtýskland og vesturheimin. Landamarkið millum Eystur- og Vesturberlin var undir eftirliti av øllum fýra pørtunum. Berlin bleiv tí til eitt hol í tí skipan, sum skuldi forða eysturtýskarum at flýggja yvir í Vesturtýskland. Í 1961 vóru yvir 3,5 mió. av eysturtýskarunum flýddir úr Eysturtýsklandi. Hetta var heili 20% av samlaða fólkatalinum í Eysturtýsklandi. Og tað vóru serliga tey ungu og evnaríku, sum vildu sleppa burtur frá tí harðrenda kommunistiska stýrinum. Eittans var at gera – holið mátti tippast – múrur mátti byggjast!
Berlinmúrurin í 1961
Leygardagin tann 12. august 1961 vóru ovastu leiðararnir í Eysturtýsklandi til garðsveitslu í Döllnsee skamt norðanfyri Eysturberlin. Her gav Walter Ulbricht, ovastin í Týska Sosialistiska Eindarflokkinum, og harvið eisini ovastin í Eysturtýsklandi, boð um, at Berlinmúrurin skuldi byggjast. Á midnátt sama kvøldið fóru eysturtýska løgreglan og partar av eysturtýska herinum í holt við at byggja múrin. Og sunnumorgunin, tann 13. august 1961, var landamarkið millum Eystur- og Vesturberlin avbyrgt.
Tað var tó ikki so, at Berlinmúrurin var fullkomiliga liðugt bygdur eftir hesi eina nátt. Men eysturtýsku tropparnir høvdu megnað at grivið upp stórum part av veganetinum kring allan Vesturberlin, og høvdu eisini lagt píkatráð og sett upp hegn fram við landamarkinum. So landamarkið millum Eystur- og VesturBerlin var nú týðiliga avskorið. Teinurin, sum skilti Eystur- og Vesturberlin, var góðar 43 kilometrar, og teinurin kring allan Vesturberlin var góðar 156 kilometrar. Út móti sunnumorgni byrjaðu fólk í bæði Eystur- og Vesturberlin at varnast, at her ruggaði ikki alt rætt. Men tá var ov seint. Økið var væl vart av hermonnum – báðu megin landamarkið – og Berlinmúrurin var nú ein veruleiki. Sunnudagurin 13. august 1961 bleiv hereftir kendur sum píkatráðssunnudagurin.
Kapitalistiska Vesturtýskland
Hin Føderala Republikkin Týskland, betur kend undir navninum Vesturtýskland, bleiv formliga sett á stovn tann 23. mai 1949. Vesturtýskland var samanrenning av hertiknu økjunum hjá Sameinda Kongsríkinum, Frankaríki og USA. Í 1950 búðu umleið 51 mió. fólk í Vesturtýsklandi. Vesturtýskland var, eins og meginparturin av vesturheiminum, eitt kapitalistiskt land, har marknaðarbúskapur ráddi. Tað gekk ógvuliga skjótt framá búskaparliga hjá Vesturtýsklandi, og árini 1950-1960 vaks brúttotjóðarúrtøkan (BTÚ) við í meðal heili 7% hvørt ár.
Vesturtýskland var við til at stovna Evropeiska Stál og Kol Felagsskapin í 1951, og í 1957 vóru teir eisini við til at stovna Evropeiska Búskaparliga Felagsskapin (EF). Báðir felagsskapir blivu stovnaðir av somu seks londum. Hesi vóru Frankaríki, Italia, Niðurlond, Belgia, Luksemborg og so Vesturtýskland. Tann 5. mai 1955 var kunngjørd, at Vesturtýskland nú hevði myndugleika sum sjálvstøðugur statur, og fýra dagar seinni, tann 9. mai 1955, gjørdust teir limir í hernaðarsamgonguni NATO.
Gjøgnum allan skilnaðin, og heilt fram til sameiningina í 1990, var Vesturtýskland eitt av mest framkomnu og ríku londunum í vesturheiminum. Og fólkatalið var í 1990 vaksið við nærum 13 mió. fólkum – upp í næstan 64 mió. fólk. Men soleiðis var standurin ikki á eystursíðuni, so langt frá eisini.
Kommunistiska Eysturtýskland
Týska Demokratiska Republikkin, betur kend undir navninum Eysturtýskland, byrjaði at virka sum sjálvstøðugur statur tann 9. oktober 1949. Í mun til kapitalistiska Vesturtýskland, var stýrið í Eysturtýsklandi kommunistiskt og planbúskapur ráddi. Staturin átti meginpartin av ognunum, og staturin ásetti, hvussu nógv tær ymsu vørurnar og tænasturnar skuldu kosta. Men hóast Eysturtýskland mátti gjalda munandi upphæddir til Sovjetsamveldið í krígsendurgjaldi, so hevði Eysturtýskland tó tann sterkasta búskapin av londunum í tí sokallaða Eysturblokkinum. Hetta vóru tey kommunistisku londini í mið- og eysturevropa.
Har vóru eingi fræls val í Eysturtýskland. Týski Sosialistiski Eindarflokkurin ráddi í tí stóra og heila einsamallur, hetta líka fram til 1989, tá Berlinmúrurin endiliga fall. Eysturtýskland gjørdist ikki partur av Evropeiska Stál og Kol Felagsskapinum ella av Evropeiska Búskaparliga Felagsskapinum. Teir gjørdust heldur ikki limir í hernaðarsamgonguni NATO, men gjørdust ístaðin partur av Warszawa-sáttmálanum. Warszawa-sáttmálin var hernaðarsamgonga millum Sovjetsamveldið og teir sjey sovjetsku statirnar í mið- og eysturevropa undir kalda krígnum. Í 1950 var fólkatalið góðar 18 mió. í Eysturtýsklandi. Men tá sameiningin av Týsklandi stóð fyri durum í 1990, var fólkatalið minkað við yvir 2 mió. fólkum. Hetta sigur nakað um standin.
Sameiningin av Týsklandi
Tað var tann 12. juni 1987, at amerikanski forsetin Ronald Reagan helt víðagitnu røðu sína í Vesturberlin. Í røðuni heitti hann á sovjetska ovastan Mikhail Gorbachev um: “Harra Gorbachev; rív niður henda múr!”. Tann hendi tó einki við múrinum tann dagin, men bert góð tvey ár seinni fekk Ronald Reagan sítt ynski uppfylt. Eftir at hava skilt Berlin sundur í góð 28 ár, bleiv Berlinmúrurin loksins latin upp í november 1989. Sjálv niðurtøkan av múrinum byrjaði 13. juni 1990 og vardi fram til 1992.
Mynd: Tað var ein søgulig stórhending, tá Berlinmúrurin fall í 1989
Alment blivu Eystur- og Vesturtýskland samanrunnin aftur tann 3. oktober 1990. Av tí at vælferðin var nógv hægri í Vesturtýsklandi, komu tey í Vesturtýsklandi sjálvsagt best at merkja tær neiligu fíggjarligu avleiðingarnar av sameiningini. Men hetta kundi valla verið øðrvísi. Formliga bleiv Eysturtýskland lagt saman við Vesturtýsklandi, og merkti hetta á tí heimspolitiska pallinum, at teir felagsskapir og tær altjóða avtalur, sum Vesturtýskland var partur av, eisini vórðu galdandi fyri nýggja sameinda Týskland. Eysturtýskland valdi at siga upp Warszawa-sáttmálan, stutt áðrenn tað legði saman við Vesturtýsklandi.
Samveldistingsvalið sunnudagin
Angela Merkel hevur sitið sum týskur samveldiskanslari síðani tann 22. november 2005. Týski samveldiskanslarin verður ikki valdur beinleiðis av fólkinum, men eru tað ein røð av politiskum flokkum, sum stilla upp til Samveldistingsvalið, og eftir valið royna so teir ymsu flokkarnir at skipa stjórn – júst sum í Føroyum. Tað eru sostatt stjórnarsamráðingarnar, sum í evsta enda avgera, hvør verður tilnevndur sum samveldiskanslari. Angela hevur higartil megnað at endurvinna samveldiskanslarasessin í bæði 2009 og 2013. Hetta merkir, at hon hevur sitið tríggjar samveldistingsetur ella 12 ár í alt. Og í løtuni sær alt út til, at hon aftur gerst samveldiskanslari eftir valið sunnukvøldið – fyri 4. ferð á rað.