Søgan endurtók seg í Vestmanna

Hóast vestmenningar eftir 1. hálvleik høvdu tikið italsku tvey mála leiðsluna frá í gjár aftur, so var endaspurturin hjá italsku mótstøðumonnunum so góður, at teir vunnu seg víðari í Europa

Jóannes Hansen
3. desember 2023 kl. 20:49

Fyri fyrstu ferð í 25 ár hava vestmenningar hetta vikuskiftið verið vertir fyri europeiskum hondbólti.

Nú er tað greitt, at leikluturin hjá VÍF á hesum sinni í Europa er av. VÍF tapti 38 – 37, og harvið vann SSV Brixen samantalt við trimum málum og heldur fram í Europa. Fyrri dysturin varð spældur í Vestmanna í gjár, og tá vann SSV Brixen 27 – 35.

-Vit mugu bara staðfesta, at vit ikki megnaðu at binda um, tá ið vit høvdu møguleikan. Vit vóru frammanfyri við fýra málum, tá ið 40 minuttir vóru farnir, men vit megnaðu ikki at halda tørn. Vit misnýttu ov ofta í álopum. Í verjuni kendu vit okkum hava betri tak á í dag, enn vit høvdu í gjár, men kortini skoraðu teir fleiri mál í dag, enn teir gjørdu í gjár, og vit eru øgiliga vónbrotnir, sigur Andrias Eriksen í samrøðu við Sjúrð Hoydal í rásini hjá HSF og leggur aftrat, at hann vónar ikki, at tað nú fara at ganga 25 ár, áðrenn VÍF aftur fer at taka lut í Europa.

Filip Jojic á vinstra bakki var VÍF toppskjútti við 10 málum, og spælskiparin Tróndur Johnsson skoraði 9 mál. Úrtøkan hjá Filip Jojic var 56 %, og úrtøkan hjá Tróndi Johnsson var 75 %.

 

VÍF – SSV Brixen 37 – 38 (19 – 17)

SSV Brixen samantaldur vinnari við málmuninum 75 - 72

VÍF

Málverjar: Mladen Mjerimacka, Brandur Silvurstein

Útispælarar: Tróndur Johnsson 9, Jóhannes Bjørgvin 3, Jón Müller 2, Sjúrður Olsen 3, Andrias Eriksen 1, Djóni Bárðarson Nielsen, Kristian Jensen 1, Brandur Martinsson Hansen, Hanus Christophersen, Filip Jojic 10, Óla Jákup Gaard Olsen 1, Hallur Arason 5, Fríði Holm í Innistovu, Magnus Müller 2

Á beinkinum: Nuno Farelo, Eli Müller, Jóngerð Nielsen, Leivur Joensen

1 0

1 1

2 1

3 1

4 1

4 2

5

5 2

5 3

5 4

6 4

6 5

6 6

10

7 6

8 6

8 7

9 7

9 8

10 8

15

10 9

10 10

11 10

12 10

20

12 11

13 11

13 12

14 12

14 13

15 13

16 13

25

16 14

17 14

17 15

17 16

18 16

18 17

30

19 17

20 17

21 17

21 18

35

21 19

22 19

22 20

23 20

23 21

24 21

25 21

25 22

26 22

40

26 23

27 23

27 24

27 25

28 25

28 26

29 26

45

29 27

29 28

29 29

30 29

30 30

31 30

32 30

32 31

50

33 31

33 32

34 32

34 33

34 34

35 34

55

35 35

35 36

36 36

36 37

37 37

60

37 38