Tá hon tók orðið til Zulu Comedy Galla, koyrdi Sofie Linde ein kavabólt á rull. Hon byrjaði danska kjakið um sexismu, ið førdi við sær, at bæði nakrir poltikkarar og fólk í miðlaheiminum máttu krúpa til krossin og viðurkenna sínar gerðir.
Nú fær hon viðurkenning fyri at hava byrjað kjakið.
Vallø-heiðurslønin 2020 fer til Sofie Linde fyri hennara serstaka innsats at seta sexismu á dagsskránna, og fyri at taka eina neyðuga uppgerð við ein óhóskandi struktur og mentan á donskum arbeiðsplássum. Við prísinum fylgja 100.000 krónur.
Í einum tíðindaskrivi, sigur Sofie Linde, at:
- Tað er ein stórur heiður at vinna Vallø-heiðurslønina 2020, og at koma í so fínan felagsskap við undanfarnum vinnarum. Hetta er eitt stórt herðaklapp og ein viðurkenning af mær sum persóni – og týdningin av evninum, ið eg valdi at seta fokus á í august: Javnrættindi millum menn og kvinnur.
Ein fyrimynd
Vallø Amtdømi, ið varð stovnað í 1737 av Sophie Magdalene drotning, lutar út á hvørjum ári Vallø-heiðurslønina til eitt fólk, felagsskap ella virksemi, ið hevur gjørt ein serligan innsats fyri at bøta um korini hjá kvinnum.
- Sofie Linde livir heilt víst upp til tær fortreytir, sum Vallø Amtdømi hevur sett fyri at luta út hesa heiðursløn, har vit heiðra fyrimyndir, ið hava gjørt ein serligan innsats fyri virðingina av kvinnum í samfelagnum, og sum kann vera íblástur fyri komandi ættarlið, stendur at lesa í grundgevingini til Vallø-heiðurslønina.
Vallø Amtdømi er ein sjálveigandi grunnur. Upprunaliga endamálið við grunninum var at hjálpa og stuðla ógiftum døtrum hjá danska aðalinum, umframt at stuðla undir sosiala arbeiði í nærsamfelagnum.
Síðani 2010, tá byrjað var við Vallø-heiðurslønini, hava navnframar kvinnur, felagsskapir og stovnar fingið heiðursløn fyri teirra íkast. Millum annað kann nevnast Margrethe Vestager, sum fekk hesa heiðursløn fyri hennara innsats sum kappingarkommiserur í ES, herurin, ið framhaldandi arbeiðir fyri fjølbroytni og inklusjón og Maternity Foundation, ið hjálpir kvinnum í Afrika at hava ein tryggan og góðan barnsburð.