Tá triðja live-sendingin byrjar, er Sofie Linde aftur vertur.
Joakim Ingversen hevur seinastu tvær vikurnar verið vertur í X Factor, men fríggjadagin verður Sofie Linde aftur til arbeiðis. Líttla dóttir hennara, Trine, verður við.
Tey seinastu tvey fríggjakvøldini hevur maður hennara, Joakim Ingversen, verið avloysari fyri hana, meðan hon var í barsilsfarloyvi.
Sofie Linde sigur, at hon gleðir seg at koma aftur til arbeiðis.
"Tað hevur verið torført at sita heima í sofuni og fylgja við, hóast avloysarin hjá mær gjørdi eitt ótrúliga gott arbeiði," sigur hon.
Eftirsum Sofie Linde fer aftur til arbeiðis verður Joakim Ingversen aftur at síggja sum vertur á Ultra Factor. Sofie Linde sigur, at líttla Trine verður í góðum hondum, hóast bæði foreldur hennara skulu til arbeiðis. Ein vinkona hjá teimum kemur við sum barnagenta fríggjadagin.
Undirhaldsstjórin hjá DR, Jan Lagermand Lundme, er eisini sera fegin um at hava Sofie Linde aftur til arbeiðis.
"Tað verður gott at síggja alla Linde-Ingversen familjuna," sigur hann.
Kelda: DR