Tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn kenda koreanska sjónvarpsrøðin Squid Game fór at verða veruleiki, og í gjár varð fyrsta ”veruliga” Squid Game kappingin almannakunngjørd á Youtube.
Tað er amerikanski Youtubarin MrBeast, sum hevur framleitt eina Youtube útgávu av Squid Game, sjálvandi við 456 luttakarum.
Í upprunaligu Squid Game sendirøðini verða 456 koreanar, sum eru í fíggjarligum trupulleikum, rændir til eitt fjarskotið stað, har teir skulu dystast í einari røð av deyðiligum avbjóðingum fyri at vinna 45,6 milliardir won, okkurt um 253 milliónir krónur.
Í Squid Game hjá MrBeast dystast luttakararnir um 456.000 dollarar, góðar tríggjar milliónir krónur.
MrBeast, sum eitur Jimmy Donaldson í veruleikanum, hevur gjørt sær karrieru úr at framleiða dýr Youtube stunts, og eftir at Squid Game varð givið út á Netflix, gjørdi hann fylgjarum sínum greitt, at fekk hann 10 milliónir likes á TikTok, skuldi hann skipa fyri einum veruligum Squid Game. Tað TikTokið hevur í dag 17,9 milliónir likes.
Squid Game sjónbandið hjá MrBeast varð lagt á Youtube í gjár, og hevur longu fingið 30 milliónir views. Tá undirritaði settist at skriva, hevði sjónbandið fingið 29,5 milliónir views.
Í Squid Game sjónbandinum eru so at siga somu avbjóðingar, ið óhepnu koreanarnir fara ígjøgnum; millum annað reytt ljós stopp, togtogan og glaskúluspæl.
Luttakararnir hjá MrBeast fáa kortini ikki somu lagnu sum luttakararnir í koreanska Squid Game. Tapti tú í upprunaliga Squid Game, doyði tú – antin tí avbjóðingin í sjálvum sær hevði deyðan til fylgju, ella tí at kappingarvørðarnir skutu teg. Luttakararnir í Youtube Squid Game sleppa eitt sindur lættari. Hvør teirra hevur fingið ein ”blóðpakka” inn um blusuna, og um dómarin metir, at tú hevur tapt, verður blóðpakkin brostin, og spælarin er úti.
Tað hevur kostað MrBeast 3,5 milliónir dollarar, okkurt um 23 milliónir krónur, at framleiða Squid Game til Youtube, og framleiðslan varð millum annað fíggjað av sponsorinum Brawl Stars, ið er eitt telduspæl til fartelefonir.
Trýst á sjónbandið niðanfyri fyri at síggja, hvussu tað eydnaðist teimum 456 luttakarum í Squid Game.