So var korona aftur í Føroyum

Í gjár vórðu tveir smittutilburðir staðfestir. Báðir tilburðirnir vórðu staðfestir millum ferðandi við komu í Vága floghavn

Sigurjón Einarsson
8. mars 2021 kl. 09:56

Í gott og væl hálva aðru viku vóru Føroyar koronufríar, men í gjár vórðu tveir tilburðir staðfestir við komu í Vága floghavn. Sostatt eru í løtuni tveir persónar smittaðir.

209 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar – við tí úrslitið, ið nú fyriliggur. Tilsamans eru gjørdar 233.608 kanningar.

660 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Kelda: corona.fo