Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevði kallað inn til tíðindafundar klokkan 12 føroyska tíð á Marienborg, har væntað varð, at hon fór at skriva út val til Fólkatingið.
Og tað var eisini tað, ið hendi á tíðindafundinum. Fólkatingsval verður týsdagin tann 1. november.
Varð ikki val útskrivað í dag, so vóru tey í Radikala flokkinum til reiðar við einum misálitið móti Mette Frederiksen í morgin, hósdagin.
Tað var eitt ultimatum, sum flokkurin kom við í byrjanini í juli, eftir at Minkkommissiónin fanst at Mette Frederiksen og stjórnini.
Danski forsætisráðharrin og ráðharrarnir vóru fyrr í morgun til eitt statsráð hjá drotning Margrethe, og har kunngjørdi hon, at val verður tann 1. november.
Fyrrverandi forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen útskrivaði eisini í 2011 val á tíðindafundi frá Marienborg, har forsætisráðharrin heldur til. Annars hava tey flestu fólkatingsvalini verið útskrivað frá talarastólinum á Fólkatingi.