So nógv eiga børn og ung at sleppa at brúka telefon og teldu

Heilsustýrið hevur gjørt eina nýggja vegleiðing um skíggjanýtslu hjá børnum og ungum

Heilsustýrið
20. februar 2025 kl. 10:27

Heilsustýrið hevur í rúma tíð arbeitt við nýggjum skíggjaráðum. Málið er at kunna leggja fram almenn tilmæli um skíggjanýtslu hjá børnum og ungum.

Hóast tilmælini ikki eru heilt liðug enn, verða nakrar nýggjar vegleiðingar um skíggjanýtslu nú kunngjørdar.

Avvarðandi landsstýrisfólk, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, taka eisini undir við, at skíggjaráðini verða endurskoðað.

Vegleiðingarnar byggja á nýggjastu vitan á økinum, eitt nú á svensku skíggjatilmælini frá 2024, umframt á skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2021.

Dentur verður lagdur á tørvin hjá børnum og ungum fyri at mennast og trívast, eins og atlit verður tikið til menning og búning á ymsum aldursstigum.

 Talgildir miðlar eru í dag ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Flestu børn frá 12 ára aldri brúka fartelefon hvønn dag, og í ungdómsárunum brúka 85 prosent sosialar miðlar dagliga.

Skíggjar og heilsa

Fleiri ágóðar eru við talgildu pallunum. Tað er lætt at knýta og varðveita sosial sambond, at spæla spøl, fáa atgongd til kunning og tíðindi eins og læra ymiskt nýtt.

Kortini uppliva nógv børn og ung, at tey brúka skíggja meira, enn tey í veruleikanum vilja, og at nýtslan hevur eina negativa ávirkan á m.a. svøvn, rørslu og skúlaavrik.

Tey uppliva eisini happing, hóttanir, kynsligan ágang og aðrar álvarsligar støður á netinum. Við atliti at hesum hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum tikið stig til, at allir skúlar seta í verk fyriskipanir at tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum.

 Nýtslan av talgildum miðlum hevur ávirkan á bæði sálarheilsu og likamliga heilsu hjá børnum og ungum, og er hetta sostatt ein týdningarmikil fólkaheilsuspurningur.

 Vegleiðingarnar venda sær í høvuðsheitum til foreldur/vaksin, og eru býttar í tríggjar partar:

  • Ráð um skíggjanýtslu, skift sundur í aldursbólkar

  • Ráð um skíggjanýtslu hjá foreldrum/vaksnum

  • Ráð um skíggjanýtslu og svøvn

 Ráðini skulu síggjast sum ein vegleiðandi leiðregla og ein møguleiki hjá foreldrum/vaksnum at tosa við børnini um, hvussu tey brúka skíggjar.

Ráðini um skíggjanýtslu hjá teimum 13-18 ára gomlu venda sær eisini beinleiðis til tey ungu.

 Heilsustýrið er í samstarvi við Heilsumálaráðið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið í eini tilgongd at menna nýggj skíggjatilmæli. Eisini verða aðrir avvarðandi partar í føroyska samfelagnum hoyrdir.

Farið verður í næstum undir at gera eina kanning av skíggjanýtsluni hjá børnum og ungum. Vegleiðingarnar, sum nú eru tøkar, eru sostatt eitt ávegis úrslit av arbeiðinum. Endaligu tilmælini verða eftir ætlan klár seinni í hesi árshálvuni.

Skíggjatilmælini:

Talgildir miðlar eru í dag ein natúrligur partur av gerandisdegnum, ikki minst hjá børnum og ungum. Flestu børn frá 12 ára aldri brúka fartelefon hvønn dag, og í ungdómsárunum brúka 85 prosent sosialar miðlar dagliga.

Nýtslan av talgildum miðlum hevur ávirkan á bæði sálarheilsu og likamliga heilsu hjá børnum og ungum, og er hetta sostatt ein týdningarmikil fólkaheilsuspurningur.

Fleiri ágóðar eru við talgildu pallunum. Tað er lætt at knýta og varðveita sosial sambond, at spæla spøl, fáa atgongd til kunning og tíðindi eins og læra ymiskt nýtt. Kortini uppliva nógv børn og ung, at tey brúka skíggja meira, enn tey í veruleikanum vilja, og at nýtslan hevur eina negativa ávirkan á m.a. svøvn, rørslu og skúlaavrik. Tey uppliva eisini happing, hóttanir, kynsligan ágang og aðrar álvarsligar støður á netinum.

Foreldur hava ábyrgd

Sum foreldur hevur tú eina serliga ábyrgd, tí tað ert tú, sum setur mørk fyri, hvussu nógv og hvussu skíggin verður brúktur í heiminum.

Brúkar barnið skíggja í frítíðini, er umráðandi, at barnið eisini fær nóg mikið av svøvni og er kropsliga virkið. Luttøka í góðum felagsskapum hevur eisini stóran týdning fyri menning og trivnað. Um barnið brúkar nógva tíð við skíggja, kann tað taka tíð frá øðrum týðandi virksemi, sum hevur stóran týdning fyri trivnað og heilsu.

Niðanfyri eru vegleiðingar fyri, hvussu nógv og hvussu børn á ymsum aldursstigum kunnu nýta skíggjar. Ráðini skulu síggjast sum ein vegleiðandi leiðregla og ein møguleiki hjá foreldrum at tosa við børn síni um, hvussu tey nýta skíggjar.

Tilmæli um at avmarka skíggjatíð kunnu ikki einsamøll loysa tær avbjóðingar, sum kunnu vera tongdar at innihaldi á t.d. sosialum miðlum.

Tó kunnu tey vera ein hjálp til at stýra nýtsluni og forða fyri, at skíggjanýtslan gerst óstýrilig.

Ráðini fevna um skíggjanýtslu í frítíðini. Ráðini fevna ikki um skíggjanýtslu í sambandi við skúla ella aðra læring. Heldur ikki at hoyra tónleik, útvarp, poddar ella lesa e-bøkur.

SKÍGGJARÀÐ

Børn yngri enn 3 ár

Skíggjatíð: Øll skíggjanýtsla verður frámæld

· Smábørn mennast, tá ið tey samskifta við fólk í sínum nærumhvørvi, t.d. gjøgnum prát, spæl, søgur og sang.

· Børn undir 2 ár skilja ikki innihaldið á skíggjanum, tí tankaførleikin og eyguni eru ikki nóg væl ment enn.

· Fyrstu trý árini sova børn nógv, og tí er umráðandi, at tíðin, tey eru vakin, verður nýtt til m.a. at menna rørsluligar, málsligar og sosialar førleikar.

· Skíggin kann órógva sambandið ella samveruna millum foreldur og barn.

Børn 3-5 ár

Skíggjatíð: Í mesta lagi 1 tími um dagin

· Foreldur eiga at stýra, hvørjum tilfari barnið hyggur at fyri at tryggja, at tað er hóskandi til aldurin á barninum.

· Vel føroyskt tilfar, hygg saman við barninum og tosa um tað, tit síggja.

· Skapa góðar og fastar vanar fyri at tryggja, at barnið hevur javnvág millum samveru, svøvn, rørslu, spæl og læru.

· Vaksin eiga at avmarka egna skíggjanýtslu, tá tey eru saman við børnunum og minka um fráboðanir á egnum tólum. Sjónvarp og aðrir stórir skíggjar eiga ikki at vera tendraðir í bakgrundini, har børn eru.

· Tess yngri barnið er, tess minni skíggjatíð verður viðmæld.

Børn 6-9 ár

Skíggjatíð: Í mesta lagi 1-2 tímar um dagin

· Frárátt verður at geva børnunum snildfon.

· Vegleið og vís barninum á aldurshóskandi tilfar og tosa um, hví aldursmørkini eru til, og hvørja ávirkan óhóskandi innihald kann hava.

· Set greið mørk fyri skíggjanýtslu, t.d. at máltíðir eru skíggjafríar.

· Sum foreldur kanst tú tosa við foreldur hjá vinum og floksfeløgum hjá barninum um skíggjanýtslu. Tað kann vera lættari at halda ávísar reglur, um fleiri hava somu vanar heima.

· Vís áhuga og tak lut í skíggjanýtsluni fyri at avmarka neiligari ávirkan.

· Tess yngri barnið er, tess minni skíggjatíð verður viðmæld.

Børn og ung 10-13 ár

Skíggjatíð: Í mesta lagi 2 tímar um dagin

· Bíða sum longst við at geva barninum snildtelefon við netsambandi.

· Práta við barnið um, hvat tað ger á netinum, og hvussu talgildir miðlar kunnu ávirka ein. Ver forvitin og vís áhuga fyri tí, barnið upplivir.

· Vel appir ella spøl, ið hóska til aldurin, og sum ikki hava lýsingar, algoritmustýringar ella óhóskandi tilfar.

· Hjálp barninum at skapa góðar vanar. Tosið um, hvussu barnið fær javnvág millum samveru, svøvn, rørslu, frítíðarítriv, heimaarbeiði og skíggjanýtslu.

· Tess yngri barnið er, tess minni skíggjatíð verður viðmæld.

Ung 14-18 ár

Skíggjatíð: Í mesta lagi 2-3 tímar um dagin

· Gerið felags avtalu um reglur fyri skíggjanýtslu, og stuðla barninum í at halda seg til tað, ið tit komu ásamt um.

· Tosið um atburð og orðaval á netinum og hvussu ein kann vera við til at skapa eina jaliga og trygga netmentan.

· Vís umsorgan og veit stuðul, um títt barn vísir tekin á heilsuskaðiliga skíggjanýtslu ella mistrivnað.

· Hjálp tí unga við at fáa javnvág í gerandisdegnum, soleiðis at nóg mikið av tíð er til svøvn, rørslu, frítíðarvirksemi, skúla og at vera saman við familju og vinum.

Til tín millum 14 og 18 ár

Skíggjatíð: Í mesta lagi 2-3 tímar um dagin

· Met um, hvussu tín skíggjanýtsla ávirkar teg. Forðar telefonin tær í at gera annað, ið tú hevði havt gott av. Um so er, royn og broyt tínar vanar og bið um hjálp, um tørvur er á tí.

· Hugsa um orðavalið og tónan, tú brúkar á netinum og ver við til at skapa eina jaliga og trygga netmentan.

· Bið um hjálp, um tú ert fyri ágangi ella særandi boðum á netinum. Tað kann hjálpa at tosa við ein vaksnan, ið tú hevur álit á.

· Royn at hava eina góða javnvág í gerandisdegnum. Tryggja, at tú hevur nóg mikið av tíð til at røkja sambandið við vinir og familju, rørslu, svøvn og heimaarbeiði.

Foreldur sum fyrimyndir

Vaksin eru fyrimyndir hjá børnunum, og skíggjavanar hjá eitt nú foreldrum ávirka, hvussu barnið brúkar skíggjar. Tilknýtið millum foreldur og barn er av stórum týdningi fyri trivnaðin og menningina hjá barninum. Tí er umráðandi, at foreldur hugsa um og avmarka egna skíggjanýtslu, tá ið tey eru saman við barninum.

Svøvnur og skíggjar

Mælt verður frá at nýta skíggja beint áðrenn songartíð. Sløkk skíggjar 30-60 minuttir áðrenn tú fert í song og lat telefonir, teldlar og líknandi tól vera uttan fyri sovikamarið um náttina.

Royn at skapa róligar vanar saman við barninum áðrenn songartíð. Tað, sum kennist róligt og gott, kann vera ymiskt fyri einstaka barnið. Tað kann t.d. vera at lesa eina bók ella lurta eftir tónleiki. Fyri smábørn kann tað vera at lesa eina søgu ella syngja eina vøgguvísu.