So nógv noyddist Klaksvík at gjalda teldusníkunum

Klaksvíkar kommuna hevur goldið teldusníkum loysigjald fyri at fáa stolnar dátur aftur

Jonhard Hammer
3. oktober 2024 kl. 20:46

Klaksvíkar kommuna sá sær ongan annan útveg enn at samráðast við teldusníkarnar og gjalda teimum fyri at fáa dáturnar aftur.

Tað var sunnudagin 22. september, at tað gjørdist greitt, at Klaksvíkar kommuna hevði verið fyri álvarsomum álopi frá teldusníkum, sum høvdu tikið allar upplýsingar og dátur frá kommununi, ið ikki slapp fram at teimum. 

Klaksvíkar kommuna var í undantaksstøðu – ja, í neyðstøðu – og síðani hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa dáturnar aftur og at endurskapa digitalu umsitingina hjá kommununi. 

At enda kendi kommunan seg noydda at samráðast við teldusníkarnar og at gjalda teimum pengar fyri at fáa upplýsingarnar aftur. 

Á tíðindafundi í Varpinum í morgun vildi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu ikki siga, hvør upphæddin var, men hann segði, at talan var um minni enn eina millión krónur.

Sambært upplýsingum hjá Dimmalætting hevur Klaksvíkar kommuna goldið umleið 800.000 krónur til teldusníkarnar. 

Klaksvíkar kommuna hevur nú fingið allar dátur aftur og er farin í holt við at endurskapa umsitingina á nýggjum plattformi við størri trygdartiltøkum.