Tann 94. Oscar-filmvirðislønin fer í søgubøkurnar fyri hendingina, tá Will Smith gav Chris Rock ein syngjandi undir vangan fyri skemt, ið var rættað móti konu Will Smith, Jada Pinkett Smith, og hennara Alopecia-sjúku.
Men júst hendan hendingin kann vera saltvatnsinnspræningin, ið Oscar-sýningin hevur brúk fyri, eftir at alsamt færri hyggjarar hava hugt eftir Oscar-filmsvirðislønahandini í sjónvarpi – og harvið eisini minni av lýsingarinntøkum.
Í seinasta ár komu 115 milliónir dollarar inn í lýsingarinntøkum, sum er 10,7 prosent minni enn árið fyri. Minkingin stavar frá avleiðingum av korona, har eisini færri filmar vórðu gjørdir av tí sama.
Tó kundi Disney, sum eigur ABC, har Oscar-handanin varð víst, fyri nøkrum vikum síðan siga, at øll tey 60 lýsingarbrotini til ársins filmsvirðisløn vóru seld.
Sambært Variety, so kostaði ein lýsing, ið vardi í 30 sekund, millum 1,7 og 2,2 milliónir dollarar. Harvið kostaði tað 496.466 krónur per sekund at fáa eina lýsing við til Oscar-handanina í gjárkvøldið.
Til samanberingar kostaði tað umleið 1,45 milliónir krónur per sekund hjá fyritøkum at lýsa til ársins Super Bowl.
Hyggjarar, ið sóu Oscar-handanina á ABC, sóu millum annað lýsingar frá Pfizer, Rolex, Verizon og Crypto.com – fyrsta talgilda gjaldoyra nakrantíð, ið hevur lýst til handanina.