So meina vit einki við øllum prátinum um Suðuroyartunnilin

Politikarar eru ósamdir um, hvussu Suðuroyartunnilin skal fíggjast

Sjálvandi skulu vit gera tað so bíligt sum gjørligt, heldur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin
Áki Bertholdsen
6. august 2024 kl. 11:50

Verður Suðuroyartunnilin ikki gjørdur, skulu vit gera okkum greitt, at so er Suðuroyggin slettað av Føroyakortinum.

Tað staðfesti Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkinum, í Løgtinginum.

Men hann sigur samstundis, at tá ið Suðuroyartunnilin skal fíggjast, skulu vit sjálvandi fáa so bíliga fígging sum gjørligt.

– Skulu vit tosa um haldførið, skulu vit sjálvandi hava so bíliga fígging. til Suðuroyartunnilin sum tilber, sigur Erhard Joensen.

Og hann leggur afturat, at tann bíligasta fíggingin sum fæst yvirhøvur, er at taka eitt lán frá danska statskassanum, tí har fáa vit lægri rentu enn nakra aðrastaðni.

– Tað er genialt at fíggja tunnilin við einum statsláni, leggur hann afturat. Vilja vit ikki tað, meina vit einki við alt prátið um at gera undirsjóvartunnilin, sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.

Hann sigur, at vit skulu kanska hava einar tríggjar millardir í láni og so mugu tjóðskaparligar forðingar, og kenslur, setast til viks, tí tær eru púra óviðkomandi í hesum føri.

Men annars heldur hann ikki, at Suðuroyartunnilin skal takast til gísla fyri at fáa haldførið í búskapin.

– Hyggja vit 20 ár fram tíðina, fer Suðuroyartunnilin at bøta um haldførið í búskapinum, tí tað vísa tær útrokningarnar, sum eru gjørdar, sigur hann.

Í hesum sambandi fær Erhard Joensen stuðul frá øðrum tinglimum fyri Sambandsflokkin, eitt nú Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárði á Steig Nielsen, formanni floksins, tí hann heldur, at tað er einasti útvegur at fáa tunnilin, at fíggingin verður so bílig sum tilber.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er púra ósamdur, tí hann sigur, at Suðuroyartunnilin skal grundast á okkara egna búskap.

Hann sigur, at hvørja ferð, vit hava dúvað upp á pengar frá øðrum, ella einstakar fíggingarkeldur, hevur tað verið ein vanlagna. Vit fóru á húsagang við fullum blokkstuðuli, og vit hava aldrin verið betri fyri enn síðani vit skerdu blokkin, sigur hann.