Sambandsflokkurin vil tryggja vælferðina, ikki skerja hana.
Útrokningar vísa, at okkara langtíðar haldførið er ein avbjóðing, og landskassin hevur hall á 100-tals milliónir krónur í bestu tíðum.
Yvirskriftin hjá KVF leygarkvøldið var, at vit væl kunnu verða eina milliard krónur fyriuttan – Tað krevur tillagingar, verður síðani lagt afturat í innslagnum við landsbankastjóran.
Alt ber til, men tað kostar, og hetta kostar vælferð.
Ein milliard er nógvur peningur, og tað sæst eisini, tá vit hyggja eftir, hvat vit fáa av vælferð fyri eina milliard.
Tað svarar til árliga raksturin av okkara Landssjúkrahúsið, ella okkara samlaða skúlaverki, fólkaskúlin, miðnám og Fróðskaparsetrið. Ella samlaðu pensjónirnar frá landinum.
Vit kunnu ikki verða hesar vælferðartænastur fyriuttan, so peningurin skal koma aðrastaðni frá verður sagt.
Um ein nýggj milliard skal koma í landskassan at fíggja vælferðina við, skal meirvirðisgjaldið hækkast við 50% frá 25% til 37,5%, so eitt breyð kemur at kosta 41 krónur í mun til 37 krónur í dag. Ella má landsskatturin hækkast við 50%.
Vit hava longu eitt høgt skattatrýst. Fólk øtast tá lønarseðilin kemur, og minna helvtin stendur eftir á kontoini. Eisini hava vit eitt høgt kostnaðarstøði á dagligvørum, har 25% verður lagt omaná, sum MVG til almennu kassarnar. Harumframt rindar føroyska vinnan ein høgan skatt, í mun til teirra kappingarneytar í útheiminum.
Um ein milliard skal takast úr búskapinum, skulu fleiri tillagingar til, enn tær sum KVF boðar frá í innslagnum við landsbankastjóran. Tað átti borgarin eisini at verði kunnaður um í somu tíðindasending.
Alt ber til, men tað kostar, og hetta kostar vælferð. Sambandsflokkurin vil tryggja vælferðina, ikki skerja hana.
Bárður Á Steig Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum