So langar eru bíðitíðirnar á føroysku sjúkrahúsunum

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í fjør, hevur ført til longri bíðilistar og longri bíðitíðum á fleiri økjum

Áki Bertholdsen
25. mars 2024 kl. 14:30

Tað er ógvuliga ymist, hvussu langir bíðilistarnir eru til ymsar viðgerðir á sjúkrahúsunum, og sostatt er tað eisini ymiskt, hvussu langar bíðitíðirnar eru fyri tær ymsu sjúkurnar. 

Tað ásannar Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu langar bíðitíðirnar eru til ymsar viðgerðir.

Margit Stórá leggur afturat, at avleiðingin av verkfallinum, sum rakti Sjúkrahúsverkið í fjør, er, at bíðilistarnir eru longri og sostatt er bíðitíðin eisini longri á fleiri økjum. 

Hon sigur, at á fíggjarlógini í ár er játtan sett av til at fáa minka aftur um bíðitíðirnar og í løtuni verður arbeitt við hesum.

Annars er bíðilistin, og bíðitíðir, fyri tær mest vanligu sjúkubólkarnar, hesar

Psykiatri 

Seinastu árini hevur tørvurin á psykiatriskum viðtalum og viðgerðum vundið sera nógv upp á seg, og torført hevur verið at finna nóg mikið av fakligum starvsfólki á hesum øki. 

Psykiatriska økið er nú býtt sundur soleiðis, at vaksnamanna psykiatri er fyri seg, og barna- og ungdómspsykiatri er á Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Bíðilistar vera tí eisini gjørdir hvør sær. 

Á bíðilistanum til barna- og ungdómspsykiatri standa 285 børn og ung. Í september í fjør var bíðitíðin til fyrstu samrøðu 24 mánaðir, men í løtuni er hon komin niður á umleið 17 mánaðir.

Ætlanin er at brúka ein part av játtanini, sum í ár er sett av til at minka um bíðlistarnar, á hesum øki fyri at fáa bíðitíðina enn longur niður. 

Á bíðilistanum innan vaksnamanna psykiatri eru 540 fólk á bíðilista til ADHD. Í løtuni er torført hjá Sjúkrahúsverkinum at siga, hvussu long bíðitíðin er, men Sjúkrahúsverkið fer at seta tiltøk í verk fyri at útgreina og viðgera hesar sjúklingar, og har ætlanin er at nýta ein part av tí játtanini, sum í ár er sett av til at minka um bíðilistan. 

Á bíðilistanum fyri demens eru 64 fólk og bíðitíðin er umleið 4 mánaðir. 

Medisin 

Innan medisinska økið er talið av fólki á bíðilistunum ímillum 10 fólk, sum er bíðitíðin fyri sjúklingar við blóðsjúkum, og 163 fólk, sum er bíðitíðin fyri neurologiskar sjúiklingar. Bíðitíðirnar liggja ímillum 14 dagar fyri sjúklingar við blóðsjúkum og 9 mánaðir fyru neurologiskar sjúklingar. 

Arbeitt verður við at minka um bíðitíðina í neurologi, har ein partur av tí játtanini sum í ár er sett av til at minka um bíðilistan, verður nýttur til endamálið. 

Ortopedi 

Innan ortopediska økið er talið á fólki á bíðilistanum á Landssjúkrahúsinum ímillum 28 fólk fyri fólk við ringum knøum, og 124 fólk, sum hava knæskaðar av ítrótti. Bíðitíðirnar liggja millum 3 mánaðir fyri ryggsjúkur og níggju mánaðir sjúkur í alboga, øksl, og fyri knæskaðar av ítrótt. 

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru ímillum 17 fólk á bíðilista fyri ortopediskarr sjúkur í fótunum og 48 fólk fyri ortopediskar sjúkur í hondunum.

Bíðitíðirnar eru millum 4 mánaðir fyri sjúkum í alboga og øksl og 8 mánaðir fyri sjúkum í fótunum. 

Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru 36 fólk á bíðilistanum og bíðitíðin er umleið 3,5 mánaðir. 

Gastroenterologi 

Innan gastrointorologiska økið, sum eru sjúkur í sodningarlagnum er talið á fólki á bíðlistanum á Landssjúkrahúsinum 88 fólk og bíðitíðin er umleið 6 mánaðir. 

 Urologi 

Innan urologi eru umleið 100 fólk á bíðilista og bíðitíðin er umleið 4 mðr. 

Kikarakanningar 

Tað eru tvey sløg av kikarakanning. Koloskopi eru kanningar av endatarmi og niðara parti av maganum og verða gjørdar upp ígjøgnum endatarmin. Gastroskopi eru kanningar av vælindi og ovara parti av maganum og verða gjørdar niður ígjøgnum vælindi.

Á Landssjúkrahúsinum er talið á fólki á bíðilistanum til koloskopi 202 og bíðitíðin er 4 mánaðir. Koloskopi eru kanningar av endatarmi og niðara parti av maganum. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru 21 fólk á bíðilista til koloskopi og bíðitíðin er 2 mánaðir.
Á Landssjúkrahúsinum standa 94 fólk á bíðilistanum til gastroskopi og bíðitíðin er 3 mánaðir.
Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru 5 fólk á bíðilista til kikarakanningi og bíðitíðin 3,5 mðr.