Varskógvarin Edward Snowden kunngerð, at hann fer at søkja um russiskan ríkisborgararætt, men ætlar samstundis at varðveita sín amerikanska tjóðskap.
Snowden hevur livað í útlegd í Russlandi, síðani hann lak loynilig skjøl hjá National Security Agency (NSA) í 2013.
Hendan kunngerðin kemur nakrar dagar eftir, at tann 37-ára gamli Snowden kunngjørdi, at hann fór at blíva pápi í desember.
- Lindsay (konan hjá Snowden, Lindsay Mills, red.) og eg fara framvegis at vera amerikanarar, og fara at uppfostra okkara son á tey amerikansku virðini, ið vit elska – íroknað frælsi til at siga sína meining. Eg síggi eisini fram til dagin, tá vit øll kunnu ferðast aftur til amerika, skrivar Snowden í eini áheitan.
Edward Snowden er ákærdur fyri at njósnaravirksemi, eftir at hann almannakunngjørdi 1,5 milliónir skjøl hjá NSA um eftirlitsvirksemi hjá amerikansku stjórnini
Verður hann dømdur í USA, so kann Snowden fáa fongsulsrevsing upp til 30 ár.
Snowden flýddi úr USA í 2013 og ferðaðist fyrst til Hong Kong og síðani til Russlands, har USA ógildaði hansara pass. Seinni gav Russland honum fyribils uppihaldsloyvi.
Afturi í august segði Donald Trump, forseti, at hann fór at umhugsa at náða Snowden.