Smyril tjokkfullur av bilum til Suðuroyar at fylla tangan

Tað verður trongligt við bensin- og dieselpumpurnar í Suðuroynni um eina løtu

Áki Bertholdsen
31. mai 2024 kl. 14:11

Smyril er á veg til Suðuroyar og hann leggur at á Krambatanga klokkan 15. Men tá ið hann skuldi fara av Havnini, vóru so nógvir bilar, at fleiri stóðu eftir. Samstundis er eingin frakt at føra, so tað er greitt, at Smyril er tjokkfullur av bilum, helst yvir 200 í tali. 

Tað er ikki nakað serligt á vási í Suðuroy hetta vikuskifti - tað einasta serliga er, at tað er einasta staðið í landinum, har bensin og diesel enn er at fáa.

Tað er einki at ivast í, at nógv teir flestu bilarnir eru komnir suður at fylla sær tangan, so tað verður trongligt við pumpurnar á bensinstøðunum tá ið klokkan er farin av trý í dag. 

Men nú er eisini fyrsta pumpan í Suðuroy tóm tí hjá Effo í Vági er einki diesel eftir.