Smyril Line stórur viðspælari hjá COOP Norra

COOP Norra hevur gjørt av, at spara pening við flutningi og skerja samlaða CO2-útlátið hjá felagnum við at flyta frá flutningi yvir land til sjófrakt. Her hevur Smyril Line Cargo verið ein stórur viðspælari í skiftinum

Sigurjón Einarsson
26. november 2020 kl. 14:56

Umskiftið frá flutningur yvir land til sjófrakt hevur verið næstan uttan trupulleikar fyri norska gerandisvørurisan, COOP.

- Vit hava sum mál at økja flutningin sjóvegis eftir norsku sjóvarstrondini, sigur flutningsstjórin fyri innflutningi hjá COOP Norra, Robert Radford.

COOP Norra hevur avgjørt at flyta so nógv av innflutningi sum gjørligt sjóvegis við sjórutuni millum Miðnorra og Rotterdam, sum byrjaði í endanum av august mánaði.

- Flutningurin við Smyril Line Cargo hevur riggað væl. Vit vóru við frá degi eitt av, og eftir nakrar vikur var talið av treylarum longu komin upp á eitt tvísiffrað tal, sigur innflutningsstjórin.

COOP hevur tilpassað sínar rutur við sjóleiðina og valt eina loysn, ið Smyril Line hevur gjørt eina smidliga loysn til.

Virkisstjórin hjá Smyril Line Cargo, Halgir Dahl Olesen, sigur, at tað er trupult at koma inn á norska marknaðin, men afturmeldingar hava verið góðar frá feløgunum, ið hava valt at skifta yvir til sjófrakt.

- Hetta er ein trupul marknaður at koma inn á, har kappingin er sera hørð, men hetta er ein íløga, ið skal geva avkast í síðsta enda. Byrjanin hevur verið góð, so nú fáa vit at síggja, hvussu vit kunnu byggja uppá og vaksa um virksemið, sigur Halgir Dahl Olesen við Dimmalætting.

Halgir vísir á, at kundarnir hava verið sera nøgdir við transitttíðina hjá Smyril Line, ið hevur verið líka so skjót sum var tað yvir land.

Tað er “Kysthavnalliansen”, ið av fyrstani tíð arbeiddi við einari ætlan at fáa feskan laks skjótari til evropeiska marknaðin. Tað lat so upp fyri, at vørur kundu innflytast hinvegin, og tað hevur millum annað COOP Norra valt at gera sær dælt av.

“Kysthavnalliansen” er ein samgonga av 34 kommunum í Miðnorra, ið arbeiðir fyri vøkstri og virðisøking í økinum.

Nýggja rutan tekur 6.500 vognarøðir burtur frá vegunum

Samarbeiðið millum laksavinnuna og gerandisvørufeløgini, ið brúka stórar nøgdir uppá flutning, ger, at nógv fara at fáa eitt styrkt álit á, at hetta er vegurin at fara, tá tað kemur til vørustreymin til og frá Miðnorra.

“Kysthavnalliansen” hevur sum mál, at taka 6.500 vognrøðir burtur frá vegunum tey næstu tvey árini – við at flyta vørur sjóvegis.  

Úrslitið av hesi verkætlan sær longu út til at hava borið frukt, nú fleiri velja at flyta vørur sjóvegis. Fyrr í heyst segði vørustreymsamskiparin fyri Lerøy Seafood, Espen Andersen, at tilboðið frá Smyril Line Cargo var somikið kappingarført við flutning yvir land, tá tað kemur til støðufesti, góðsku og prís, at tað hevur loyst seg at skifta yvir til sjófrakt.

- Tær jaligur afturmeldingarnar frá COOP Norra og feløgini, ið útflyta laks sigur okkum, at vit eru á rættari kós. Vit halda, at fleiri fara at fáa eyguni upp fyri sjófrakt, tá tað vísir seg, at tað er kappingarført, sigur verkætlanarleiðarin í “Kysthavnalliansen”, Ann Iren Holm Rise.