Smyril Line hevði ársaðalfund á Hotel Hafnia í dag. Á fundinum varð ársfrágreiðingin fyri í fjør løgd fram. Rakstrarúrslitið fyri 2023 var 267 milliónir, samanborið við 201 milliónir í 2022.
Avlopið var 122 milliónir eftir skatt, samanborið við 77 milliónir í 2022. Hetta er sostatt metár fyri felagið higartil, sigr Smyril Line.
Smyril Line rindar 10. milliónir í vinningsbýti fyri í fjør.
Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 595 starvsfólk í fjør. Hetta var áleið tað sama sum árið fyri. Farmavirksemið eydnaðist sum heild væl, og á ferðafólkasíðuni var ein rímiligur vøkstur í eftirspurninginum eftir Íslandi, ímeðan eftirspurningurin eftir Føroyum minkaði eitt vet í 2023 samanborið við 2022.
Størsta íløgan hjá Smyril Line í 2023 var farmaskipið Glyvursnes, ið kom í felagið í desembur. Glyvursnes siglur rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Við keypinum av Glyvursnesi kann Smyril Line røkja alt rutunetið við egnum flota.
Útlitini fyri 2024 eru rímiliga góð. Vit vænta eina javna menning bæði innan ferða- og farmavirksemið. Hetta er ein meting grundað á verandi gongd og útlit, men viðurskifti, so sum hækkandi prísir á brennievni, avgjøld, rentuhækking, inflasjón og politiska støðan, kunnu broyta fortreytirnar.
Tað er av stórum týdningi, at Smyril Line alsamt endurnýggjar og framtíðartryggjar flotan. Tí fegnast tey um, at tey nú hava gjørt sáttmála um at byggja tvey nýggj farmaskip, ið koma í flotan í 2026. S'
Í nevndini í Smyril Line eru Tummas Justinussen, Arne Joensen, Helga á Borg og Jens Meinhard Rasmussen.