Smyril hevur aftur tekniskar trupulleikar í dag

Sostatt verður hann seinkaður restina av degnum

Áki Bertholdsen
15. januar 2025 kl. 16:55

Smyril hevur aftur fingið teknisk brek, sum fer at ávirka siglingina teir túrarnar, sum eru eftir at sigla í dag.

Strandferðslan sigur, at hesa ferð er tað eitt brek í trossaspølunum afturi á rey, sum er orsøkin til seinkingarnar

Tað merkir, at Smyril fór ikki av Havnini klokkan 16, sum hann skuldi eftir ferðaætlanini, men tann fráferðin verður væntandi nú hvørja løtu, ein tíma seinkað.

Sostatt verða eisini tilsvarandi seinkingar á fráferðunum klokkan 18.45 av Krambatanga og aftur klokkan 21.15 av Havnini.