Smyril fer at sigla seinni í tríggjar vikur

Umvælingar skulu gerast umborð og tað fer at ávirka siglingina

Áki Bertholdsen
14. august 2024 kl. 11:30

Smyril siglur hvønn einasta dag í árinum og tí eru umstøðurnar at gera ábøtur og viðlíkahald, vánaligar. Tað merkir, at nógv viðlíkahald verður gjørt ímeðan hann siglur.

Og tað hendur aftur nú. Strandferðslan sigur, at tann eini høvuðsmotorurin skal høvuðsumvælast og tí er hann sløktur.

Strandferðslan sigur, at hetta fer at ávirka siglingina og tí nú siglur Smyril seinni enn vanligt, tí hann hevur skerda motororku.

Strandferðslan sigur, at arbeiðið fer at taka tríggjar vikur, og hesa tíðina skulu ferðafólk fyrireikað seg upp á, at seinkingar vera.

Strandferðslan sigur, at tá ið veðrið er gott, fer Smyril at klára at halda ferðaætlanina, men tá ið líkindini eru vánalig, eru seinkingar væntandi.

Og tað verða serliga mánadag, mikudag og hósdag, tá ið hann siglur seks túrar, at vandi er fyri seinkingum, serliga á kvøldtúrunum. Talan kann verða um seinkingar upp á einar 20 - 30 minuttir.

Strandferðslan sigur, at tey gera hesa umvælingina nú ímeðan veðrið framvegis er so gott, at tey vænta at sleppa undan at leggja túrar burtur ímillum, ella at broyta ferðaætlanina.