Smyril hevur fýra høvuðsmotorar, men hesar næstu dagarnar verður tann eini av teimum tikin úr drift. Tað merkir, at Smyril fer ikki at sigla við somu ferð, sum hann plagdi.
Niels Harald Michelsen, skipari sigur, at tað kann elva til, at onkrar fráferðir verða seinkaðar.
Í góðum líkindum skuldi tað ikki bila, men tá ið tað rekur ímóti, ella verður tað vindur, kann tað knípa at halda ferðaætlanina.
Hann sigur, at orsøkin til, at motorurin er tikin úr drift, er, at ymsar ábøtur skulu gerast.
Smyril siglur hvønn einasta dag, allan dagin og tí verða tær ábøtur, har tað ber ikki til, gjørdar ímeðan hann siglur.
Hann sigur, at í hesum umfari tekur arbeiðið tveir, tríggjar dagar, so í næstu viku verður siglingin sum vanligt.