Smyril avlýsir túrar í morgin
Veðrið verður ringt og tí er ferðaætlanin broytt
Áki Bertholdsen
26. desember 2023 kl. 17:43
Í morgin verður sagt frá rættiliga nógvum vindi eystaneftir við hvirlum upp í 30 metrar. Tí boðar Strandferslan nú frá, at ferðaætlanin hjá Smyrli verður broytt i morgin.
Í morgin fer Smyril sostatt at leggja kvøldartúrarnar burtur ímillum. Tað merkir, at túrarnir av Krambatanga klokkan 18.45 og av Havnini klokkan 21,15, verða ikki sigldir.
Fyribils eru hetta einastu broytingarnar hjá Strandferðsluni.