Smuglaði hassj til Føroya - men tað varð dýrt
Hann misti bæði hassj og bil
Áki Bertholdsen
6. juni 2024 kl. 13:58
Fyrr í dag varð ein 25 ára gamal maður dømdur í Føroya Rætti fyri at smugla trý kilo av hassji til Føroya við tí endamál at selja tað víðari
Maðurin, sum kom til Føroya í gjár við Norrønu, varð steðgaður av tollvaldinum. Tað vísti seg, at hann hevði goymt umleið trý kilo av hassji í bilinum hjá sær.
Maðurin játtaði seg sekan, og tí kundi málið avgreiðast við einum snardómi í Føroya Rætti í dag. Og hetta varð honum ein dýr søga, tí maðurin varð dømdur 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Men umframt fongsulsrevsingina, varð hald eisini bæði lagt hassjið hann smuglarði, og bilurin, hassjið var smuglað í.
Maðurin hevur nú 14 dagar at kæra dómin