Húsaprísirnir í Havnini eru bara farnir ein veg hesi seinastu árini – beint til himmals. Men í London hava húsaprísirnir leingi verið høgir. Nú er møguleiki fyri at keypa “smalasta” húsið í London, ið er komin á sølulista fyri umleið átta milliónir krónur.
Húsið er í Vesturlondon og plagdi at vera ein handil, ið seldi hattar. Men í 90-unum bleiv handilin umbygd til eini hús.
Ognin varð tá umvæld soleiðis, at allir fermetrar blivu gagnnýttir, hóast tað er smalt. Húsið hevur tvey sovikømur, eitt arbeiðsrúm, eitt baðirúm við plássi fyri skápum, ein terrassa á takinum og ein lítil garður.
Núverandi eigari keypti húsini fyri 4,4 milliónir krónur í 2009. Sostatt er virðið á húsinum tvífalda uppá sløk 12 ár.
Her kanst tú fara eina lítla rundferð í smala húsinum:
Kelda: Euronews