Smakkar mær illa at gjalda brotsfólki pengar

– Vit høvdu ongan annan møguleika fyri at fáa upplýsingarnar aftur, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu

Eyðun Klakstein
3. oktober 2024 kl. 12:59

Klaksvíkar kommuna hevur verið í undantaksstøðu seinastu 10 dagarnar. Teldusníkar brutu inn í telduskipanir og tóku allar upplýsingar og dátur frá kommununi.

Síðani hevur verið arbeitt við at fáa hesar dátur aftur og at endurskapa telduskipanir.

Í morgun boðaði Klaksvíkar kommuna so frá, at tey hava goldið teldusníkunum loysigjald og hava fingið dáturnar aftur. 

– Eg havi tað ringt við at samráðast við brotsfólk og gjalda teimum pengar, men her var eingin annar møguleiki. Hetta var ein neyðstøða, og vit fingu einki annað gjørt, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Borgarstjórin vildi ikki siga, hvussu nógvar pengar Klaksvíkar kommuna hevur goldið teldusníkunum, men Dimmalætting skilir, at talan er um eina lítla millión krónur.

Haraftrat fer tað at kosta eina enn størri upphædd at endurskapa telduskipaninar á nýggjum platformi, at keypa nýggjan útbúnað og at tryggja skipaninar av nýggjum.

– Vit mugu uppbyggja ein nýggjan pall, og tað fer at kosta. Enn vita vit ikki, hvør tann endaligi kostnaðurin verður, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.