Smærri ítróttargreinarnar mugu fáa tíðarhóskandi umstøður í Tòrshavnar kommunu

Síðstu árini er nógvur peningur brúktir uppá ítróttin í Tórshavnar Kommunu. Serliga eru tað tær stóru ítróttargreinarnar, sum hava fingið størsta partin av árligu játtanini.

Birgir Nielsen
26. oktober 2024 kl. 16:00

Ongin ivi er um, at hetta hevur verið við til at skapa stóran trivnað hjá okkara børnum og ungu í kommununi. Og tað er gott. Men nú haldi eg, at tíðin er komin til at eisini seta meira pening av til tær smærru ítróttagreinarnar, har tørvurin er stórur.

 

Sum dømi kann eg nevna ynskini hjá nøkrum teirra, sum eg persónliga havi verið í sambandi við:

  • Ein innandura rennihøll eigur at verða gjørd til frælsan ítrótt, so okkara íðkarar kunnu venja og hava kappingar innandura, tá tað ikki viðrar at íðka uttandura.

  • Nýggj hølir til Tórshavn Boksing, sum hevur ein akkuttan tørv á betri hølum, um teirra virksemið skal kunna halda fram.

  • Havnar Badmintonfelag hevur stóran tørv á, at verandi høll verður útbygd, tí at talið á íðkarum er økt og tørvurin á fleiri banum er blivin so stórur.

  • Havnar Tennisfelag hevur eisini tørv á eini innandura høll til Padel og tennis.

  • Tórshavnar Gólffelag hevur tørv á øktari fígging at fáa gólfvøllin á Glyvursnesi gjørdan liðnan.

  • Stórur tørvur er á einum spælistaði til børn og ung, um t.d. hevur trambolinir, skipaða klatring til børn o.s.fr.

Bacalao hevur verið en góð loysn hjá klatring, skating o.s.fr., men er ikki ein nøktandi loysn hjá hesum frameftir.

Vónandi kunnu vit í framtíðini samskipa hesar íløgurnar soleiðis, at fleiri smærri ítróttargreinar kunnu húsast í t.d. eini felags høll.

 

Við Fólkaflokkinum og mær í býraðnum vil eg raðfesta hesar smærri ítróttargreinirnar munandi hægri framyvir, enn higartil hevur verið gjørt.

 

Birgir Nielsen

býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið