Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum

Kanningin av COVID19-stýringini vísir millum annað, at treystið í Føroyum sæst aftur í eini javnvág millum stabilitet og broyting, sum eisini hóskaði væl til eitt lítið samfelag sum tað føroyska

setur.fo
2 tímar síðan

Føroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppuna. Men hví? Og hvussu stórur partur av orsøkini lá í sjálvari kreppustýringini?

Henda spurningin viðger greinin Small but sturdy: lessons on robust crisis governance from the Faroe Islands, sum Rógvi Olavson, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, júst hevur fingið út í Small States and Territories Journal á University of Malta.

Kanningin av COVID19-stýringini vísir millum annað, at treystið í Føroyum sæst aftur í eini javnvág millum stabilitet og broyting, sum eisini hóskaði væl til eitt lítið samfelag sum tað føroyska. Skjótleiki og smidleiki høvdu ein stóran leiklut í føroysku kreppustýringini.

Hóast myndugleikar og stovnar vóru lutfalsliga ófyrireikaðir til COVID19-kreppuna, vísti tað seg, at førleikin til at bera skjótt at og broyta kós í eini handavending legði upp fyri vantandi politiskari viðgerð og fyrisitingarligari planlegging.

Niðurstøðan er, at skulu myndugleikar kunna stýra við treysti í baldrutum støðum, so hava spurningar um tíð og temporalitet avgerandi týdning. Serliga er týdningarmikið at finna røttu javnvágina millum skjótleika øðrumegin og politiska viðgerð hinumegin.

Hóast føroyska COVID19-stýringin ikki var lýtaleys, og hóast stórar avbjóðingar vóru í samfelagnum undir hesum avbjóðandi tíðarskeiði, so vísir kanningin, at eitt lítið og viðbrekið samfelag megnar at seta í verk treystar stýringshættir, sum fáa sum mest burturúr, at samfelagið er lítið, og sum í stóran mun leggja seg upp at skjótleika og smidleika.

Greinin kann lesast her.

Hon er úrslit úr ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum, sum Granskingarráðið, PoliGov netverkið og Betri Stuðul stuðla.

Kelda: setur.fo 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, KVF


Bárður á Steig Nielsen, heilsumyndugleikarnir og løgreglan skipaðu javnan fyri tíðindafundi í koronutíðini.