Sluppungin tikin upp aftur

Ætlaða sjórænaraskipið í Nólsoy sakk í februar mánaði, men nú stendur tað á turrum

Steinar Patursson
4. mars 2021 kl. 12:25

Sluppungin, sum sakk við bryggjuna í Nólsoy fyrst í februar mánaði, er nú tikin upp aftur, og nú stendur hann á turrum á bryggjuni úti í Nólsoy.

SJH Commercial Diving vóru úti í Nólsoy við nýggja kranabátinum Grønanes í gjár, har tað eydnaðist at fáa um sluppungan og at lyfta hann upp á turt.

Sluppungin kom til Nólsoyar í januar mánaði, har ætlanin er at smíða hann um til sjórænaraskip til børnini í bygdini.

Nicolaj Falck, sum er ein av stigtakarunum til sjórænaraverkætlanina, sigur, at báturin stóð á turrum seint í gjár, og at síggja til hevur hann ikki fingið stórvegis skaða av at liggja á botni.

- Men hann er vorðin nokk so skitin, sigur Nicolaj Falck, sum leggur aftrat, at teir hava ikki fingið hugt ordiliga eftir bátinum í dagsljósi.

Ætlanin er nú at fara at hyggja gjøllari eftir bátinum fyri at vita, um tað loysir seg at seta hann í stand soleiðis at hann verður sjóførur.

- Nú skulu vit gjøgnumhyggja bátin at vita, hvussu nógv skal gerast við hann, og vit skulu gera eina meting um, hvørt tað loysir seg at gera hann aftur. Ætlanin er jú at fáa hann at sigla aftur. Verður tað ov nógv at gera við hann, taka vit hina loysnina, sum er at seta hann sum eitt spæliskip á landi, sigur Nicolaj Falck.

Eingin tíðarætlan er løgd fyri verkætlanina, tí at arbeiðið at gera sjórænaraskip er sjálvboðið. Men er báturin í so mikið góðum standi, at tað loysir seg at gera hann í stand, verður farið undir at søkja stuðul og finna fígging til verkætlanina, sigur Nicolaj Falck.

Sluppungin kom til Nólsoyar úr Klaksvík, og hann er bygdur í 1919 av Laurits Debes.