Sluppu væl frá arbeiðsóhappi á Sundi

Og ein maður var so ólátaður, at hann varð settur í brummuna í nátt

Áki Bertholdsen
4. september 2024 kl. 09:17

Fyrrapartin í gjár varð boðað frá einum arbeiðsóhappi á elverkinum hjá Sev á Sundi. Tveir mans vóru í ferð við at skifta eina stóra garasjujurð, tá ið taljan slitnaði og teir fingu alt niður á armarnar.

Løgreglan sigur, at báðir fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar, men at teir sluppu væl tí einki var brotið.

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at melda, at ein maður gjørdi um seg uttan fyri eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn.

Hann var fullur, men hann var eisini so ólátaður, at hann var til ampa fyri fólk. Og tá ið hann ikki fekst at sissa seg, varð hann tikin við á løgreglustøðina, har hann varð settur í brummuna at sova rúsin av sær.

Løgreglan sigur, at hann er sleptur út aftur í morgun - men tað er við eini bót upp á 1.500 krónur fyri at hava órógvað almenna friðin.