Mitt í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi við rundkoyringina við Norðskálatunnilin.
Løgreglan sigur, at talan var um ein bil, sum kom úr tunlinum, men tá ið hann kom til rundkoyringina, kláraði hann ikki svingið.
Sostatt misti bilførarin tamarhaldið á bilinum og avleiðingin varð eitt rættiliga ógvusligt ferðsluóhapp, har bilurin rendi á - eisini í sjálva helluna. Løgreglan sigur, at bilurin endaði einar 100 metrar inn eftir vegnum til Eiðis.
Stoyturin var so harður, at bilurin er farin í knús. Tvey ungfólk vóru í bilinum og sjúkrabilur kom eftir teimum og fluttu tey á sjúkrahús. Men tey sluppu rættiliga snikkaleys burtur úr óhappinum og løgreglan heldur, at tað kunnu tey takka trygdarútgerðini í bilinum fyri.
Løgreglan sigur, at tað er teirra fatan, at bilførarin hevur koyrt alt ov skjótt og tí kláraði hann ikki svingið. Talan var um ein óroyndan bilførara, sum kort síðan hevur fingið koyrikortið.